Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hitt Koda og Gramex í Føroyum

Í summar kanst tú hitta Koda og Gramex í Føroyum. Umboð fyri feløgini vera á G! og á Summarfestivalinum, har tú kanst fáa møgulig ivamál greidd, eitt nú um limaskap, konsertrapporteringar, Føroysku Mentanarpuljuni (fyrr nevnt Kodas Nationale Midler), gramexgrunnin og annað.

Tað eru Koda og Gramex, sum umsita tey fíggjarligu rættindini, ið tónasmiðir, teksthøvundar, tónleikarar og plátufeløg hava, tá onnur brúka teirra tónleik alment. Hetta er partur av inntøkuni hjá hesum fólkum, ið ríka okkara lív við tónleiki.

Peningurin, sum inn kemur, hevur stóran týdning fyri føroysk tónlistafólk. Við at krevja pening inn tryggja Koda og Gramex eitt gjald til øll tey, ið skriva, spæla og geva út, og við hesum fæst vissa fyri, at tónleikur framhaldandi verður skaptur, framførdur og innspældur. Koda og Gramex eru tískil fíggjarligir playmakarar í tónleikaheiminum.

Vit bjóða tær til eitt glas Gammel Dansk og eitt prát um okkara virksemi, og hvussu vit kunnu hjálpa tær, sum er limur hjá okkum. Vit vilja eisini fegin hitta teg, sum umboðar eina fyritøku, ið brúkar tónleik, og teg, sum hevur áhuga í upphavsrætti.

Fríggjadagin 18. juli og leygardagin 19. juli kl. 16-19.00 eru vit í Hvonn teltinum á G! Festivalinum.

Hósdagin 7. august, fríggjadagin 8. august og leygardagin 9. august kl. 16-19.00 eru vit á Summarfestivalinum, somuleiðis í Hvonn teltinum.

Vilt tú vita meira, vitja http://www.koda.dk/fo, har tú eisini kanst melda teg til okkara føroyska tíðindabræv, og fáa dagføringar og tíðindi frá Koda.