Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hinumegin blátt er útsett

Tíðindaskriv frá Listasavninum:

Arbeiðið at seta bingjuna hjá Tróndi Patursson "Bládýpið" upp við Listaskálan er meira umfatandi enn væntað.

Tí er framsýningin "Hinumegin blátt", ið skuldi lata upp 24. februar, útsett og letur ístaðin upp leygardagin 3. mars kl. 15.

Samrøðan millum Trónd og Nils Ohrt savnsleiðara er somuleiðis útsett eina viku og verður leygardagin 10. mars kl. 15 í Listasavninum.