Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hini hava Heðin og Gunnvu, vit hava Tobba

Midnáttarrøðan á Eystanstevnu, var hildin av Bill Justinussen, leygarkvøldið 9. juni. 2012.

Góðu stevnugestir!

Á guðstænastuni í samkomuni Lívsins Orð síðsta sunnumorgun tosaði okkara samkomuleiðari Símin Petur Jacobsen um, at vit ikki eiga at stúra. Hann tók fram orðini úr fjallaprædikuni, har Jesus biður okkum um ikki at stúra fyri lívi okkara, hvat vit skulu fáa at eta, og hvat vit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami okkara, hvat vit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? Og so biður hann okkum hyggja at himmalsins fuglum, sum hvørki sáa ella heysta, men finna tó føði; og at geva okkum far um liljurnar á markini, hvussu vakurt tær eru prýddar, og at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra.

Orðini úr Fjallaprædikuni, sum eisini vórðu tikin fram í dagsins morgunlestri í Útvarpi Føroya, leiða okkum náttúrliga til spurningin: hvussu liva vit lívið. Mong okkara hava illa tíð at liva, tí morgindagurin krevur alt av okkum. Onnur liva, fjøtraði av gjárdegnum. Tó vita vit, at gjárdagurin er farin og morgindagin eigur ongin.

“Tann, sum ynskir at liva umaftur, hevur als ikki livað lívið”, segði Karen Blixen. Vit eiga løtuna her og nú. Tann sannroyndin, at lívið altíð er nú – ikki í gjár og ikki í morgin - letur upp allar møguleikans dyr. Er lívsins viðføri ov tungt, ber til at kasta tað av sær, rætta ryggin og geva lívinum nýggjar møguleikar. Í roynd og veru er ikki so langt millum heimskendu orðini úr fjallaprædikuni og tey næstan líka so kendu orðini hjá NSÍ-liðskiparanum Óla Hansen; “vit taka ein dyst í senn”. “Hvør dagur er eitt farvæl” verður sagt, men samstundis er hvør nýggjur dagur eisini “góðan dag og vælkomin”. Hava vit hetta lívssjónarmiðið, verður lívið betri, rættari og lættari, júst sum valskráin hjá Javnaðarflokkinum segði. Dragsa vit hinvegin alt tungt viðføri við okkum frá fortíðini, verður brekkan brattari og brattari.

Summarstevnurnar eru gylt høvir at geva lívinum eitt andarhald. At liva løtuna og dagin í dag. At hittast, práta, flenna og halda sær at gamni. At røkja sál og anda.

H.C. Andersen segði, at “at liva er ikki nóg mikið: sólskin, frælsi og ein lítil blóma má eisini til”. Sólskin síggja vit lítið av í Føroyum. Frælsi hava vit heldur ikki, siga nøkur, í øllum førum ikki tjóðskaparligt og persónligt. Men kanska klára vit okkum við føgru blómuna, sum prýðir fjallatindar, berg og skør. Og hana, sum blóma man alt árið, um so kalt og kavi er. Men so hava vit hvønnannan. Eftir drúgt kanningararbeiði eri eg komin til ta niðurstøðu, at í okkara býi búgva mong serstøk menniskju, sum hvør á sín serliga hátt seta lit á okkara gerandisdag.

Vit hava ongan miðbý og heldur onga miðbýarætlan. Klaksvíkin hevur heldur ongan miðbý, men eina megastóra miðbýarætlan. Og Havnin hevur ein miðbý og nógvar miðbýarætlanir. Men vit hava kajuna, havnalagið og bryggjukantin. Tað er í grundini okkara býur og okkara størsta aktiv.

Gongur tú ein kajtúr ímillum 3 og 5, ella allar aðrar tíðir á samdøgrinum, møtir tú við vissu einum kalli við balli undir kolli og í ketilsdrakt. Hann er allarhelst kendasti havnafúti í útnorði og er eitt slag av mascotti fyri bý okkara. Og sært tú hann ikki, so hoyrist hann í øllum førum. Eyðkendi láturin kann minna um ein tokulúður, og tað er sjálvandi ein praktiskur eginleiki, serliga í mjørka, tá hann loðsar russisku skipini inn um havnarmerkið. Havnin hevur Heðin Mortensen og Klaksvíkin hevur Gunvá við Keldu. Vit hava Tobba. Teirri avtaluni giti eg, at bóndin og borgarstjórin úr Lamba onki hevur ímóti, tí hann leggur onki í at renna aftan á útvarpsmikrofonum í heilum. Hann stýrir stillisliga við kønari hond uttan tað stóra hóvastákið.

Eitt sindur innari eftir bryggjukantinum møtir tú allarhelst einum vágbingi við tiltiknum orðafeingi. Hann er NSÍ’ari um ein háls, og hóast eyðkendu suðuroyardialektina er hann ein av okkara sterkastu lokalpatriotum. Hann er væl ávegis at leggja alt havnalagið undir seg ígjøgnum einastu veruligu oljufyritøku her á staðnum. Hóast oljuævintýrið framvegis tykist at vera ævintýr, hevur hann langt síðani funnið út av at vinna pening burturúr. Eli er hvørki smæðin ella tigandi. Tak eitt prát við hann, og hann dugir at seta lívið í perspektiv við sínum serliga málbúna. Hann hevur nú fingið ein uppilagstan Maersk-kaptajn av Strondum at hjálpar sær at lúka mongu túsund krøvini, sum oljuídnaðurin setir til veitarar, og saman við havnafútanum teljast hesir millum tungu dreingirnar í havnalagnum. Aksel Sandemose segði, at alt í lívinum kemur ov seint. Men Atlantic Supply Base er komið í góðari tíð.

Vit eiga eisini Kára Post. Hann hittir tú uttan iva Inni í Bátafelagnum á Bakka ella í pensjónistafelagnum Nón ella í MC-felagnum ella í Missiónshúsinum ella í bátinum ella í kórinum ella við vøllin, tá NSÍ spælir dyst. Árni Jónsson, kendi altingslimurin úr Vestmannaeyjum og Føroyavinurin mikli spurdi Kára, hvat hann hevði valt, um hann skuldi valt millum konuna og bátin. Kári var skjótur og segði bátin, tí hann er gjørdur úr glastrevjum og heldur munandi longri enn konan.

Tit hava uttan iva frætt, at Kári nú er vorðin Innlendismálaráðharri, har hann millum annað hevur um hendi tæðingarlógina og lógina um at flyta klokkuna tvær ferðir um árið. Og so er hann eisini landsstýrismaður í fólkaatkvøðum. Og sum eg havi skilt tað, so heldur Kári, at fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging var ein brakandi succés, tí fólk søgdu sína meining, eisini tey, sum ikki vóru á vali. Við ikki at atkvøða boðaðu tey greitt frá, at tey antin vóru fyri ella ímóti, og tí var innlendismálaráðharrin so serliga glaður um valluttøkuna. Hann segði eisini, at taka vit Havnina og Klaksvíkina burturúr, sum jú bara telja stívliga helvtina av veljarunum, var valluttøkan á góðari leið.

Og so eiga vit eisini Rodmund, sum segði seg frá sum borgarstjóri, tí hann skuldi vera stjóri í Borg. Tað var so mikið krevjandi, at hann kundi ikki vera bæði politikkari og Borg-stjóri samstundis, og tí fór hann upp í landspolitikk. Vit báðir Rodmundur mynda helvtina av meirilutanum í fíggjarnevndini. Vit togast við at fáa onkra krónu at detta niður her í okkara øki, men tað er lættari sagt enn gjørt.

Havnapolitikkarar skilja als ikki, at ein verð er uttanfyri Havnina, og tað er møðsamt at greiða teimum frá, hvussu verðin er skrúvað saman. Tað gav at býta, tá vit báðir Tobbi stríddust við at fáa pening settan av til innkoyringarveg til Rituvíkar. Tá spurdi onkur, hvar Rituvík liggur, tí viðkomandi hevði ongantíð í lívinum verið í Rituvík.

Inni á Glyvrum eru eisini fleiri áhugaverd fólk, sum tú kanst koma í prát við. Vit vóru á floti seinasta leygardag. Inni á Bakka-kajuni spurdi eg ommubeiggjan Leivur við Stein, um hvítingurin mundi vera komin. Hann bara risti við høvdinum, snerpti eyguni saman og segði heldur óálítandi, at tað drapst ikki livandi og ráddi okkum frá at fara. Hvítingurin kemur í fyrsta lagi á Ólavsøku, um hann yvirhøvur kemur, segði hann. Fyri túrin skuld kastaðu vit tó snøri og fingu vit heilt væl av hvítingi og nakrar góðar smáfiskar. Seinni sama dag sóu vit Leivur liggja á hvítingamiðunum og draga av grimd. Hann er 87 ára gamal og raskur sum ein havørn.

Øll hesi 84 árini hevur hann livað uttan Facebook. Hvussu hann hevur livað uttan hesa fyri tey flestu lívsneyðugu funktión, kann bara hann svara fyri. Ein annar Glyvramaður um sama aldur, sum ongantíð í lívinum hevur hugt inn í eina teldu, búleikast meginpartin av síni tíð í einum frystirúmi her niðri á havnalagnum. Hann hevur so nógv at gera, at hann hevur ikki tíð at liva. Nær hann fer at hava tíð at liva, vita vit ikki, ella kanska livir hann bara lívið júst soleiðis. Vit fylgdu beiggja hansara, Klæminti á Langanesi, til seinasta hvíldarstaðið fyrradagin. Hann plagdi at siga, at summi liva, inntil tey doyggja. Onnur liva lívið, meðan tey eru á lívi. Nú vit steðgaðu við Klæmint er vert at viðmerkja, at tað er saknur í honum framvið síðulinjuni úti við Løkin. Men synirnir bera stoltir arvin víðari sum NSÍ’arar við ariskum blóði.

Fýra av teimum fimm hava víst síni framúrskarandi fótbóltsevnir frá ungum árum av. Nakrir hava hildið longur á enn aðrir. Og tann drúgvasti av teimum, Sjúrður, ein sannur mister NSÍ, stendur framvegis í fremstu røð á vinstra bakki, haðani hann við snildum og royndum lyftir ungu menninar fram. Aftur í dag vísti hann, hvør dugur er í honum, hóast úrslitið ikki fall okkara veg ídag.

Nú summarsins kappróður er byrjaður, harmar tað almikið, at tað ikki eydnaðist at manna Eysturoyingin í ár. Beiggi mín, hin víðagitni Ludvík við Stein, hevur í mong ár verið ein av teimum, sum mannaðu Eysturoyingin. Men nú hann er farin at luttaka í einum heilt øðrum kappróðri, har hann skal manna heimsins størsta framleiðsluskip, hevur hann ikki stundir til Eysturoyingin. Hann sigur, at tað er truplari at manna Eysturoying við 10 monnum, enn tað er at manna Lafayette við 300. Men nú móttøkuskipini hava fingið so kaldliga móttøku av hesi jarnhørðu samgonguni, eru kanska vónir fyri, at hann aftur fer at fáast við smærru bátarnar. Gulu bátarnir roynast framvegis hollir. Og serliga stuttligt var at síggja Heiðabátin á floti aftur.

Gulu bátarnir hava stolta søgu, og tí eru avbjóðingin og krøvini altíð hørð at liva upp til. Vit ynskja manningunum framhaldandi góðan byr á summarstevnunum. Háttvirdu stevnugestir!

Tað at hitta hesar og mangar aðrar persónar her um stevnuna er lívgandi. At steðga á og njóta løtuna og liva í nú’inum. Eg hitti ein áhugaverdan persón nú um dagarnar. Hann er helst fróðasti heimildarmaður okkara, tá um lokala søgu ræður, og hevur hann brillerað sum vithvessari í spurnarkappingunum hjá NSÍ, sum á einastandandi hátt eru bornar uppi av vertunum báðum Jonhardi og John. Jákup Lamhauge segði mær, at alt hetta byrjaði fyri 51 árum síðani. Eystanstevna varð fyrstu ferð hildin í 1961.

Jákup, fyrrverandi havnafúti og borgarstjóri, minnist væl hesa stevnu. Stevnan varð hildin sunnudag og hann minnist, at Niels Juel Arge leygarkvøldið hevði útvarpssamrøðu við Klæmint Weihe, Kem í Lamba, sála, sum varð høvuðsstigtakari.

Hetta leygarkvøldið var høgætt og illveður. Menninir stóðu í oljuklæðum og settu flaggstengur upp. Men sum sunnudagurin kom, gjørdust kappróðrarlíkindini hampulig, og út á kvøldið var fínasta summarveður.

Umstøðurnar til stevnuhald vóru soleiðis, at ongin matstova var í økinum tá. Tí knossaðust fyriskipararnir við at gera húsið hjá Tummasi Fagranes, har Colorama er nú, í stand. Húsið var fult av tómum sildatunnum, og menn fóru í holt við at tøma tað fyri tunnur. Síðani varð tað innrættað til matstovu, so stevnufólk og gestir kundu keypa smyrjibreyð. Í sambandi við sildatunnurnar kann viðmerkjast, at tá fyrst í 60-unum arbeiddu eini 3.000 fólk 15.000 tons av sild. Í dag veiða vit 10 ferðir so stórar nøgdir av uppisjóvarfiski, men bara 10. parturin arbeiðir hesar ovurstóru nøgdir. Er tað framgongd ella afturstig, tað kann hvør einstakur meta um.

Tá, fyri 50 árum síðani, vórðu ítróttarfólk innkvarteraði privat. Viðhvørt tóku hús heilar manningar. Hanni í bankanum hevði sum fastan tátt at hýsa allari manningini á Havnabátinum. Teir fingu døgverða og vóru har allan dagin. Summir fóru ikki til hús aftur fyrrenn morgunin eftir, tí tá hildu kappróðrarfólkini eisini stevnu.

Høvuðsattraktiónirnar tá vóru kappróður, hondbóltur, seymsláing og togtogan millum eystur og vestur á Skálafjørðinum.

Øll hesi ár hava eldhugað fólk her á staðnum trúliga skipað fyri og soleiðis hildið trivnaðinum, ítróttar- og mentanarlívinum uppi. Stevnurnar snúgva seg um at ríka lívið í bygdini, at stuðla frítíðarvirkseminum og at fjálga um ungdómin. Í stuttum um at liva lívið. Tað vilja vit eisini gera, nú náttin tekur okkum í sín favn. Við at liva dagin í dag, gloyma vit stúranina fyri morgindegnum. Latið okkum læra av himmalsins fuglum og blómunum, sum prýða fjallatindar, berg og skør, og ikki minst lívga um okkara egnu blómu. Tá er lívið gott at liva. Morgindagurin man stúra fyri sínum egna.

 Takk fyri høvið, gott EM og framhaldandi góða Eystanstevnu.