Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heystframsýningin 2011

Leygardagin 15. oktober kl. 15 letur sjeynda Heystframsýningin upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni.

Luttakararnir í ár eru: Bárður Jákupsson, Brandur Patursson, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen.

Gestir verða: Hans Pauli Olsen og Ilona Raipala.

Heystframsýningin letur myndlistina taka rúmið og skapar eitt nýtt rúm, har nýggjar gerðir og nýggjar hugsanir verða ein møguleiki. Framsýningin er ein roynd at lata myndlistina koma út úr sínum vanliga umhvørvi og at noyða hana inn í nýggjar samrøður við rúmið og við onnur verk. Heystframsýningin er ein afturvendandi hending, ið rannsakar og mennir samskiftið millum ymisk verk, millum verk og rúm og millum verk, rúm og áskoðara.

Myndlistin, rúmið og áskoðarin eru tengd hvør at øðrum. Tey avmarka hvønn annan, men geva eisini hvørjum øðrum møguleikar, og tí ert tað framveigs áhugavert at rannsaka sambandið teirra millum. Í hesi rannsókn koma fleiri andstøður, spenningar og ógreiður fram, enn tað koma líkskapir og samljóð, og ikki ber til at siga nakað um gongdina frammanundan. Gongdin er óvæntað og eyðmerkt av ruðuleika.

Men tað er júst tann óvæntaða gongdin ið ger Heystframsýningina til eina dynamiska syntesu, sum ongantíð verður keðilig.

Brandur Patursson hevur gjørt plakatina, sum aftur í ár er prentað á Grafiska Verkstaðnum Steinprent.

 Aldubáran fer at hava heystkonsert í Listahøllini meðan framsýningini er opin. Lýst verður nær hon verður.

Øll eru vælkomin.

Heystframsýningin er opin hvønn dag frá kl. 15 til 18 frá leygardegnum 15. oktober til 6. november.