Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hey bjóðar fipur til heimið - og farnet sum eitt bíligari alternativ

Tann 26. november fer televeitarin Hey at bjóða fyrstu føroyingum møguleika at velja fipurnet til heimið. Talan er um internet samband, ið kann vera upp til 10 ferðir skjótari enn í dag, heilt upp í 1000 Mbit.

 

Tørvurin á so høgari ferð er ikki eyðsýndur hjá øllum í dag. Í eini spurnarkanning herfyri spurdi Hey gott 1000 føroyingar, hvussu tey vóru nøgd við sítt breiðband. Nærum 60% søgdu seg vera nøgd við ferðina, sum hon var. Samstundis segði helvtin av teimum spurdu, at tey eru ónøgd við prísin á breiðbandi í Føroyum.

 

Farnet eitt bíligari alternativ

- Fipurnet er eitt tøkniligt frambrot fyri føroyska samfelagið og ein framúr møguleiki fyri tann krevjandi brúkaran, sigur Rúnar Reistrup, stjóri á Hey. Men í byrjanini er fipurnet væl dýrari enn vanligt breiðband orsaka av hægri kostnaði hjá almenna kervisfelagnum Net. Tí vísa vit ofta kundum á 4G farnet sum eitt gott og bíligari alternativ.

 

Televeitarin Hey hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í at byggja sítt egna farnet, har brúkarar kunnu spara linjugjaldið og fáa væl skjótari ferð fyri sama prís. Nú dekkar farnetið hjá Hey alt landið.

 

Givið er, at tørvurin á góðum netsambandi er vaksandi. Tað er ikki bert teldan, men eisini fartelefonirnar, teldilin, Playstation, internet radio, Netflix í sjónvarpinum og alsamt fleiri tól, ið hava samband við internetið í dag. Harafturat gerst góðskan av tilfari á netinum betur og betur og online spøl gerast meira krevjandi.

 

- Í næstum fara vit at fáa 5G í Føroyum, sum verður líka skjótt sum fipurnet og helst væl bíligari, sigur Rúnar. Út frá tí, sum okkara kundar siga, er fipurnet her og nú ein góð loysn fyri summi, meðan farnet nú og framyvir verður tann besta loysnin fyri tey flestu.

 

Avmarka atgongd at byrja við

Arbeiðið at útbyggja fipurbreiðband kring alt landið væntast at taka nøkur ár. Tann 26. november í ár verður tað tøkt í fylgjandi býarpørtum í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum:

  • Tórsbyrgi, Tórshavn
  • Heimasta Horn, Tórshavn
  • við Myllutjørn, Hoyvík
  • við Klingrutjørn, Argir
  • undir Kongavarða, Argir

 

Seinni í ár verða nakrar smærri bygdir knýttar í nýggja netið, nevniliga Morskranes, Kolbeinagjógv Norðradalur umframt ein partur av gøtuni Stoffalág í Tórshavn. Hey bjóðar nýggja fipursambandið út, so hvørt sum netfelagið í Føroyum, NET, byggir undirstøðukervið út kring landið.