Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hevur Kristna Háfoss moral?

Háfoss er sambært heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar Stjórnarskrivari hjá TF. Sambært sínari egnu heimasíðu hevur hon ábyrgd av Menning, KT og Marknaðarføring hjá TF. Havandi í huga, at tryggingar og bankar "bundla" tænastur, er neyvan heilt skeivt at siga, at Kristana í ávísan mun hevur áhugamál í Eik banka. Eisini er tað so at TF samtakið eigur 70% og bestemmar 50% av EIK.

Út frá hesum ivist eg í, um tað er hóskandi at spyrja avvarandi landsstýrismann um bonusskipan hjá stjórunum í Bank Nordik, har Landskassin eigur uml. 1/3 av partabrøvunum.

Kristina er eisini limur í § 19 nevnd, sum skal kanna Eik grunnin. Dugi heldur ikki at síggja hvussu nakar skilagott kann grundgeva fyri at hon er uttanvelta í hesari kanning. Vit vita ikki, um hon hevur áhuga í at fáa ymiskar upplýsingar. Vit vita heldur ikki, um hon hevur áhuga í at krógva ymiskar upplýsingar!

Í øllum føri má sigast, at gegni er umleið eins gott og tað hjá Vitalis. Men kanska gegni bert er galdandi fyri summi.

Á hendan hátt læra vit einki og halda áfram eins og áður. Og søgan fer at endurtaka seg!!

Eivind Jacobsen

Strendur