Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hevur Hans Pauli Strøm rætt?

Eg havi við áhuga lisið tíðargrein hjá Hans Paula Strøm, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmanni, um hvussu flatskatturin hilnaðist. Hans Pauli kemur til ta niðurstøðu, at flatskatturin skapti ongan vøkstur, men bert eitt stórt hol í landskassanum.

Frá fyrsta degi, vit komu at samstarva, havi eg havt stóra virðing fyri Hans Paula, bæði sum politikkara og serfrøðingi. Hann er bæði nærlagdur og neyvur í sínum greiningum. Men tíverri haldi eg, at hansara greining í júst hesum føri er politiskt litað og kann av tí sama tola atfinningar.

Størsti veikleiki við greiningini er, at Hans Pauli eftirmetir eitt politiskt inntriv, sum bert hevur virkað í 2 ár. Fleiri serfrøðingar vilja óivað siga, at ein munandi skattalætti náttúrliga krevur tíð at gera sín virknað í samfelagnum. Tað er so nógv, sum hendir, tá fólk brádliga hava meiri eftir av síni løn. Nøkur velja at gjalda skuld niður skjótari enn ætlað. Onnur goyma pengarnar til verri tíðir. Hans Pauli hevur hvørki mynd ella orð í síni grein um, hvussu skattalættin hevur ávirkað privatu uppsparingina. Tí sleppa vit at gita, og her er eitt stórt hol í upplýsingini frá Hans Paula.

Skattalættin kann samanberast við ein spíra, sum tú setir í jørðina. Fyrstu tíðina, kanska fyrstu árini, hendir ikki tað stóra. Men við tíðini tekur vøksturin dik á seg, og við eitt er lítli sprotin vorðin eitt stórt træ. Enn er skattalættin í síni fyrstu niðursetutíð.** Myndirnar hjá Hans Paula siga í stuttum, at

1. landsskatturin kvinkar uppeftir

2. mvg-inntøkurnar vuksu í 2012, men minkaðu eitt vet í 2013

3. fulltíðararbeiðsloysið er støðugt minkandi

4. løntakaratalið, sum støðugt er minkað síðani kreppuna í 2008, náddi botnin í 2011 og hevur nú stabiliserað seg við einum varisligum vøkstri

5. lønargjaldingarnar vaksa

6. uttanlandsinntøkurnar vaksa í stórum

Sum heild siga tølini og myndirnar, at føroyska samfelagið hevur fótað sær eftir fíggjarkreppuna. Flestu pílarnir peika rættan veg.

Men hóast tølini tala sítt týðiliga mál og eru sjónlig fyri øllum, hólvar Hans Pauli í orðum skattapolitikkin av. Í partapolitiskum ovurkæti ger hann niðurstøður, sum ikki verða undirbygdar av hansara egnu tølum. Bæði tølini fyri arbeiðsloysi og tølini fyri løntakarum vísa eina heilt greiða gongd. Løntakaratalið var uml. 26.000 í 2008 og dalaði stútt og støðugt øll árini fram til 2011 til 23.500, tá tað náddi botnin. Síðani er tað stabiliserað og nú hómast ein lítil vøkstur. Um ársskiftið 2010/11 vóru uml. 2000 føroyingar arbeiðsleysir. Eftir tað minkaði arbeiðsloysið fyrst varisliga og síðani skjótari til í dag, nú uml 1100 føroyingar eru arbeiðsleysir.

Her er vend komin. Treyðugt so er onki skarvslop sæð. Men eitt samfelag er ikki nakar gummibátur, sum fer flúgvandi í loftið av einum lítlum fleyri. Eitt samfelag er meiri sum ein supertankari, sum stríðist við náttúrukreftirnar. Tað tekur tíð at venda gongdini.

Hans Pauli er heldur ikki bangin fyri at fara lætt um sannleikan. Við reyðum stórum stavum verður sagt, at flatskattalættin gagnaði einvíst einum minniluta av háløntum borgarum. Hetta er faktuelt skeivt. 14.554 borgarar fingu ágóðan av skattalættanum. Hesir 14.554 borgarar guldu í 2010 góð 80% av vælferðarsamfelagnum. Tá ein serfrøðingur fer so lætt um sannleikan, kámast álitið á annað, sum hann ber fram.

Tó er ikki alt so ljósareytt. Tær báðar síðstu myndirnar í greinini boða frá stórum avbjóðingum. Kappingin um arbeiðsmegina frá grannum okkara, serliga Noregi, gevur bæði vinnulívi og politikkarum høvuðbrýggj. Somuleiðis eru vit ymisk á máli um, hvussu vit fáa fólkavøkstur.

Men hesar sannroyndir eru ikki nóg mikið til at undirbyggja høvuðsniðurstøðuna; at flatskatturin skapti ongan vøkstur. Fyri tað fyrsta haldi eg, at vit nú hóma eitt forkunnugt bjartskygni í samfelagnum. Forsíðan á sama Sosiali, har umtalaða tíðargrein stendur, staðfestir, at føroyska samfelagið nú byggir fyri milliardir. Nú er brádliga ikki nóg mikið av føroyskum hondum til ógvusliga byggivirksemið, sum verður í Føroyum komandi árini. Hvaðani stavar bjartskygnið? Hvaðani stavar álitið á samfelagið, sum ger, at verkætlanir fyri milliardir nú fara í gongd?

Holið í landskassanum minkar støðugt. Ein spildurnýggj útrokning frá fíggjarmálaráðnum vísir, at bygnaðarliga hallið er minkað úr 650 mió. niður í 150 mió. seinastu 5 árini. Vit hava tett lekar í landskassanum fyri 500 mió. seinastu árini. Ikki minst takkað veri einum samdum løgtingi, sum hevur hildið fast um, at landskassahallið skal burtur í 2016.

Nei, Hans Pauli. Her er vøkstur, tað vísa tíni egnu tøl, hóast ikki nakað skarvslop. Og holið í landskassanum tettist í hvørjum. Tað er tungt at halda lens, samstundis sum tettast skal og samstundis sum skipið skal halda somu ferð. Ongin politikkur er lýtaleysur. Eitt kunnu vit tó semjast um. Ein skattalætti til tey við lægri lønum eigur at fremjast. Har mugu kommunurnar koma á vøllin, tí tær fara avstað við bróðirpartinum av láglønarskattinum. So kunnu land og kommunur í felag loysa uppgávuna.

Bill Justinussen