Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HETTA SKAPAR OPINLEIKA KRING DEMENS

Seinnapartin skipaði Demenskafein fyri almennari móttøku í Degnshús, nú Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu er farin at røkja tilboðini til okkara aldrandi borgarar.

Nógv fólk løgdu leiðina fram við hugnaligu húsunum við Tinghúsvegin. Heðin Mortensen, borgarstjóri, staðfesti, at húsið er eitt týðandi amboð at fáa meira opinleika kring demens.

Niðanfyri er røðan, sum borgarstjórin flutti fram:

“Tað er sera torført at stilla eina diganosu, tá ið útsjóndin er ikki merkt av sjúku. Einsemi, angist og tunglyndi er aloftast ikki nakað, tú sært á viðkomandi.

Men gerandisdagurin hjá tí demenssjúka kann hava øll hesi eyðkenni. Tí verður lívið kollvelt og sjúkan gerst tyngjandi, eisini hjá teimum, sum varða av.

Okkara stóri spurningur var tí, hvussu skulu vit í Tórshavnar kommunu betra trivnaðin hjá teimum, sum eru rakt av demenssjúku og teirra avvarðandi?

Vit vita í dag, at fimti hvør 85 ára gamal føroyingur hevur onkra demenssjúku. Vit vita eisini, at samanbera vit við grannalondini, so eru helst einir 800 føroyingar, sum hava onkra demenssjúku - og vit vita, at talið tíverri er hækkandi.

Men vit vita samstundis gjøgnum drúgvar royndir, at skjót og góð hjálp er avgerandi.** Vit vita í dag, at eitt hóskandi dagtilboð bæði kann vera við til at útseta tørvin á stovnsplássi, og geva brúkaranum eitt virðiligari lív og ein innihaldsríkari gerandisdag.

Vit vita tíverri eisini, at summi byrgja seg inni, kanska tí samfelagið ella kringumhvørvið ikki hevur forstáilsi fyri, hvat tað inniber av stríði og sorg, spakuliga at missa sín førleika, og spakuliga at missa eina persónsmensku burtur.

Við hesum veruleika fyri eyga er púra greitt, hví okkum tørvar tilboð, sum eru lagað til fólk við demensi, og at hetta krevur starvsfólk við serligum útbúgvingum og royndum. Og tíbetur hevur kommunan tey í Heilsu- og umsorganartænastuni!

Eitt endamálið er at breiða opinleikan um demenssjúku og at veita teimum vitjandi stuðul at megna lívið við sjúkuni. Tankin er, at tey sum longst hava eitt gott og virkið lív heima saman við sínum næstu.

Kaféin hevur eitt enn breiðari endamál, tí hon er eisini fyri avvarðandi og vinum, eins og tað skal vera møguligt hjá øðrum at støkka innar á gólvið til eitt prát.

Hetta at hittast til persónligar samrøður, avvarðandi bólkar og meira lættan sang, søgur, dans og útferðir, tað skapar alt innihald, lívsgleði og lættar. Og hetta er alt við til at uppfylla dreym okkara fyri høvuðsstaðarkommununa, at vit øll vera virkin og vakin - alt lívið!

Eg veit, tað eru sett stór mál fyri hesum virksemi, at tað eru sett út í kortið høg mál fyri tey demensraktu, teirra avvarðandi og starvsfólkunum, sum koma at virka her.

Tórshavnar Kommuna fegnast um at kunna veita slíkt tilboð her mitt í hugnaliga miðbýnum og upplivingar í gerandisdegnum hjá fólki við demens. Í røttum umhvørvi merkist kenslan, at sjúkan kámast og menniskjað kann finna førleikar at megna lívið í einum heilsufremjandi umhvørvi.

Tað er Heilsu- og umsorganartænastan, ið stendur fyri Demenskaféini her í Degns húsi.

Vit politikarar, sum hava tikið lut í spennandi tilgongdini at skipa eldraøkið í Tórshavnar kommunu, herundir eisini demensøkið, hava verið við til at skipa og góðkent júst hetta tilboðið, sum vit hava stórar væntanir til, og sum greitt livir upp til tey mál, ið býráðið hevur sett í eldrapolitikkinum. ** Tað eru tær báðar Anna Rubeksen og Poula Sørensen, sum leggja lag á soleiðis, at fólk við sjúkuni kunnu laga seg til og megna lívið við einum broyttum gerandisdegi.

Hóast fólk hava fingið eina demenssjúku, so hava tey resursir. Fyri tað, um einum tørvar praktiska hjálp í gerandisdegnum, so kann mann hava nógvar resursir og nógv at geva av. Og tað vóni eg sanniliga, at øll fara at njóta væl av.

Herfyri fekk landsstýrið handað eitt sera týdningarmikið álit við heitinum Demensvinarligt samfelag. Demenskaféin er eitt av átøkunum at gera Tórshavnar kommunu til eitt demensvinarligari samfelag, og eg kann eisini vissa um, at Tórshavnar kommuna nú fer at viðgera álitið nærri og leggja ætlan fyri, hvussu vit tryggja bestu umstøður bæði fyri tann dementa, fyri tey avvarðandi og fyri fakfólkini.

Eg fari at ynskja okkum øllum somlum til lukku við hesum átakinum í bjartari vón um, at tað fer at verða við til at veita trivna og lætta fyri mong og til stóra gleði fyri enn fleiri."