Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hetta er byrjanin til nýggja BankNordik

Fyri stjóran í BankNordik, Janus Petersen, var av stórum týdningi, at fyrsta flagið varð loyst 11.12 í 13 klokkan 14.15. Og tað hepnaðist, hóast flagið var í seigara lagi.

Janus Petersen segði nøkur fá orð um nýggja bankan, sum arkitektoniskt verður eitt stórverk. Tá hann hevði loyst fyrsta flagið takkaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, bankanum fyri gott samarbeiði.

- Hetta er av sonnum ein stórur dagur fyri tykkum, sum varða av Bank Nordik og av byggiverkætlanini, og fyri øll tykkum starvsfólk í bankanum. Hetta er eisini ein stórur dagur fyri okkum havnaborgarar, sum umframt at varðveita eitt stórt og trygt arbeiðspláss í býnum, eisini fáa ein prýðiligan bygning – eitt arkitektoniskt listaverk - sum vit øll fara at kunna verða stolt av.

- Økið, við standa í, verður á fólkamunni rópt "Mexico". Hetta var einaferð eystara Húsagarðsfestið, ið var 4 merkur til støddar.

- Áðrenn vit gjørdu R.C.Effersøesgøtu mitt í sjeytiárunum, var Mexico "langt uppi í haganum". Børn spældu onkuntíð kríggj í bunkarunum frá krígnum, sum lógu har sum Tjaldursvegur er nú. Har vóru loftverjukanónirnar undir krígnum á trøðni hjá Kára við Stein. Ein bunkari var beint har, sum Rúsan seinni kom at halda til. Barakkgrundir og stoyptar gøtur vóru eisini millum hond- og fótbóltsplenuna.

- Økið var kent sum spælipláss hjá børnum. Vanligt var at rulla páskaregg har, og tá kavi var, skreiddu havnaborgarar har.

- Hetta er tí eitt øki, sum hevur ein serstakan týdning fyri nógvar borgarar. Og tí eri eg fegin um, at bankin í síni ætlan eisini tekur atlit til tað, tá hugsað verður um vakra náttúruøkið, sum hetta nýggja bygningsverk fremeftir verður ein partur av.

- Hetta at byggja stórt – at gera eitt varmerki fyri okkara samtíð – hevur stóran týdning fyri samleikan í einum samfelag. Tað hevur týdning fyri okkum sum liva í dag, tí tað ber boð um dirvi og vilja til at taka framsøkin stig. Og tað hevur týdning fyri okkara framtíðar borgarar, tí tað sigur søguna um okkum, sum tá hava livað, gevur íblástur og vísir, at tað ber til at hugsa stórar tankar og taka stór stig.

- Ein góð loysn er ein loysn, har allir partar, sum eru við í loysnini kenna seg sum vinnarar. Tað er hetta mál dømi um. 

 - Tá Tórshavnar kommuna keypti bygningarnar hjá Bank Nordik, bar endiliga til hjá kommununi at savna allan starvsfólkahópin í tveimum stórum bygningum í miðbýnum. Hetta er ein loysn, sum vit í áravís hava arbeitt fram ímóti, og sum nú endiliga letur seg gera.

- Samstundis fær bankin savnað síni starvsfólk í ein nýggjan, glæsiligan bygning – sum bankin eisini hevur havt ætlanir um leingi.

- Kommunan varðveitir eitt stórt, týðandi arbeiðspláss. Og ímeðan byggingin fer fram, skapar tað enn fleiri arbeiðspláss fyri aðrar fyritøkur í býnum.

- Tí kann av sonnum sigast, at í hesum máli eru nógvir vinnarar.

- Vegna Tórshavnar býráð skal eg takka Bank Nordik fyri at taka hetta fyri býin so týðandi stig. Takk fyri at tit gera tað, og takk fyri at tit gera tað við virðing fyri umhvørvinum á staðnum, soleiðis at bygningur, lendi, býur og náttúra ganga upp í eina arkitektoniska heild – Við virðing fyri okkara fortíð og okkara framtíð at frama.

- Til seinasta skal eg bera ynski fram um, at Harrin signar arbeiðið, og at tað man ganga væl fyri allar partar – Bank Nordik, sum byggiharra, MAP arkitektar, sum enn einaferð hava víst seg sum undangongufólk, tá tað kemur til at hugsa nýtt innan arkitektur, og Articon, sum við hegni og stórari professionalismu hevur staðið fyri fleiri stórum verkætlanum í kommununi seinastu árini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Kelda: www.torshavn.fo