Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hestur - best røkta bygd

Ongin fekk fyrstu virðisløn fyri best røktu bygd í ár, men latnar vórðu tvær aðru virðislønir.

Hestur fekk aðra teirra við teirri grundgeving, at spillivatnsskipanin var væl virkandi, at búseting, bygging, vega- og gøtuskipan alt er vælvirkandi og snøgt. Harnæst verður sagt, at borgarin hevur góðar umstøður at luttaka í felags tiltøkum og at ferðafólkatænastan er ment.

Tá komið verður út í Hest, er vakri grótveggurin laðaður við malagróti er eitt tað fyrsta, ið verður lagt til merkis. Hestmenn lagaðu henda grótveggin við malargróti í tíðarskeiðnum 1958-1966. Bygdin er sum heild væl røkt, vegirnir eru væl viðlíkahildnir og húsini eru væl viðlíkahildin. Fleiri hava umvælt húsini í gomlum stíli og fella hesi væl inn í bygdamyndina.

Í Hesti fer alt spillivatnið í leiðingar út á sjógv. Spillivatnsskipanin lýkur øll lógarkrøv, sum eru sett. Ein skipan er við Kommunalu Brennistøðina sum inniber, at burturkastið frá húsarhaldum verður heintað hvørja viku. Eisini stendur ein bingja niðri við keiina til størri burturkast, henda verður tømd eftir tørvi.

Bygdafelagið skipar árliga fyri einum ruddingardegi, har burturkast, sum liggur í náttúrini, verður ruddað og flutt til Endurnýtsluna á Hjalla.

Tá tað kemur til drekkivatnið, so verður alt drekkivatnið í Hesti sóttreinsað við UV stráling.

Møguleiki er at leiga hús frá privatfólki og bygdastovan verður eisini leigað út. Um summarið er eisini svimjihylurin opin.

Í bygdini er ymiskt at síggja, eitt nú laðaða garðin niðri við keiina, kirkjuna og minnisvarðan. Uppi á oynni, omanfyri bygdina liggur m.a. Fagradalsvatn, eitt stað, ið nógv ferðafólk vilja uppliva.

Útsýnið yvir hav er bergtakandi, og ein kemur tætt at fuglabjørgunum. Fuglalívið er ríkt við eitt nú ritu, lomviga og lunda.