
Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at Strandfaraskip Landsins ikki røkir ferðasambandið við útoyggjarnar og smábygdirnar á nøktandi hátt.
Í Hesti eru fólk, sum vilja búleikast har og nøkur parvíst summarhálvárið, fyri at kunna røkja oynna frá fjals til fjøru.
Tórshavnar Kommuna eigur at stuðla undir, at útoyggjar og smábygdir í kommununi hava so gott ferðasamband sum gjørligt, og soleiðis at fólk trívast á hesum plássum.
Hestoyggin liggur tætt við Havnina, og eiga vit tí at hava eitt ferðasamband, sum er nøktandi, so fólk í kommununi hava møguleikar at koma til og frá - regluligt, álítandi og trygt ferðasamband. Hetta eigur at kunna gerast uttan at tænastan hjá Sandoyingum gerst verri.
Tað er ikki meira enn rímuligt at hava ein túr á middegi út í Hest og aftur, í hvussu so er summarhálvárið, so fólk kunnu pendla til og frá, um eitt hvørt neyðugt ørindi skal gerast.
At skerja túratalið út í Hest mitt um dagin, er at niðurlaga tænastuna til eina útoyggj og harvið gera tað ómøguligt at pendla til og frá oynni, og harvið búleikast í oynni.
Tað kann ikki góðtakast, nú vit liva í 2016, at Hestbygd ferð eftir ferð verður svikin. Latið líkarættin at búleikast og virka í øllum landinum eisini verða galdandi fyri Hestbygd.
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin