Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HESI UMHVØRVISTILTØK FINGU STUÐUL

Seks verkætlanir hava fingið stuðul av játtanini til umhvørvistiltøk.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tær fverkætlaninar, sum vórðu avúkaðar á samkomu í posthúskjallaranum:

Verkætlan 1 Náttúruskúli

– at gera jarðarstykkið skúlans við Sundsvaðið til ein virknan og fjøltáttaðan part av skúla- og frítíðarvirkseminum í skúlanum við Løgmannabreyt.

Skúlin við Løgmannabreyt hevur leigað eitt jarðarstykki frá Tórshavnar kommunu – matr. nr 43 við Sundsvaðið.

Ætlanin er at nýta økið sum ískoyti í lærugreinunum náttúra og tøkni, lívfrøði og landalæru m.a. fyri at gera undirvísingina meiri ítøkiliga og mennandi fyri næmingarnar, har teir eru virknir og gera sínar eygleiðingar, royndir og kanningar av lívfrøðiliga margfeldinum í náttúruni við Sundsvaðið og har um leiðir.

Skúlin við Løgmannabreyt fær kr. 50.000,-

Verkætlan 2 Orkustevnan

 Endamálið er at upplýsa um møguleikar innan grøna orku og gera vørurnar og tænasturnar atkomiligar til brúkaran, tað kann vera tað almenna ella privata.

Orkustevnan varð hildin fyrstu ferð í 2013 og afturmeldingarnar hava verið ótrúliga góðar, og áheitanir eru nógvar í tali um at endurtaka stevnuna.

Ynskiligt er tí at menna Orkustevnuna soleiðis at hon kann vera ein týðandi viðleikari á umhvørvisliga leikvøllinum og vera við til at økja um tilvitskuna hjá fólki um umhvørvið og alternativar orkukeldur.

LeGutt Management við Ólavi í Geil Guttesen fær kr. 20.000,-

Verkætlan 3: “Sjósniglar og annað smákykt” – ein invertebrat-verkætla

Endamálið er at fremja eina skipaða innsavning av marinum ryggleysum djórum, invertebratum, við serligum denti á sjósniglum, samstundis sum uv-fotomyndir og uv-video verður tikið av djórunum og tí umhvørvinum tey liva í. Innsavnaðu djórini skulu innganga í ta føstu framsýningina á Føroya Sjósavni, í hóskandi smáum akvarium, sokallað Nanoakvariir. Myndatilfarið skal saman við teksti o.ø. innganga í upplýsandi tilfari í hesum sambandi, og ein fyrilestur verður gjørdur um djórini og verkætlanina sum so.

Føroya Sjósavn fær kr. 20.000,-

Verkætlan 4: Deilbil í Tórshavn

Endamálið er at minka um talið av bilum í Tórshavnar kommunu og samstundis víðka um logistik møguleikar hjá fólki, stovnum og fyritøkum í Tórshavnar kommunu; við einari deilibils skipan „LetsGo“, har fleiri fólk og fyritøkur (almennar og privatar) deilast um ein bil í staðin fyri at ogna sær ein bil. Deilibil skipanin vil fokusera á umhvørvis vinarliga koyring og vil í størst møguligan mun koyra við El-bilum, hybrid bilum el., sum beinleiðis minka um umhvørvis dálkingina. Kanningar vísa á, at fólk sum nýta deilibil minka um CO2 útlátið, tí tey koyra minni.

Occasio við Drós í Ólavsstovu fækk 40.000,- krónur.

Verkætlan 5: Kornvelting í Hoyvík

Eina pedagogisk verkætlan, har næmingar í Hoydølum velta korn í útisavninum hjá Fornminnissavninum í Hoyvík. Á henda hátt kunnu næmingarnir royna gamlan veltingarhátt og kanna, hvussu korn grør og búnast,og hvørji náttúruviðurskifti hava ávirkan á gróðurin. Hetta er ein praktiskur máti at geva næmingunum kunnleika til henda part av okkara søgu. Áðrenn tey velta, hava tey havt um evnið í ymiskum lærugreinum (føroyskum, søgu, lívfrøði t.d.) Næmingarnir skulu eisini skera akurin í heyst, turka á sodni, ripa, treskja, týna, mala korn á kvørn og baka drýl burtur úr korninum. Ætlanin er eisini at geva næmingunum íblástur til aðrar hættir at gagnnýta kornið við t.d. at bryggja øl. ** Føroya Studentaskúli og HF-skeið fær 20.000,- kr.

Verkætlan 6: Vindmyllan í Nólsoy

Sum kunnugt verður arbeitt við eini orkuverkætlan í Nólsoy, sum hevur til endamáls at hita bygningar við vindorku, so sleppast kann undan dýrari og dálkandi upphiting við olju.

Annars er verkætlanin komin so mikið langt, at royndarkoyringar eru byrjaðar. Royndar koyringarnar hava eydnast væl. Hóast myllan er ein sokallað ‘stand-alone’ og uttan íknýti í SEV netið, er eydnast væl at stabiliserað frekvens og spenning. Hetta er ikki gjørt áður við so stórari myllu, og útlendski áhugin fyri verkætlanini er longu stórur.** Nólsoyar orkufelag fær 100.000,- krónur.

Edith Simonsen tók myndirnar