Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hesi fingu virðislønir landsins

TÍÐINDASKRIV:

Tóroddur Poulsen, yrkjari og listamaður, fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2012. Í yrkingum hansara síggja vit ein á føroyskum áður ósæddan hug og evni at geva kendum orðum nýggjar vendingar og samansetingar. Tóroddur er undangongumaður at skriva postmodernistiskar tekstir á føroyskum, og hann er virkin listamaður. Higartil eru 23 yrkingasøvn hjá honum givin út umframt prosaverk, myndlist og tónleikur. Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000

Heiðursgávu Landsins 2013 fekk Marianne Clausen, tónleikafrøðingur. Marianne Clausen hevur gjøgnum mong ár gjørt granskingararbeiði í føroyskum siðbundnum tónleiki. Seinastu útgávur hennara eru niðurskriving av upptøkum av kingosangi, kvæðum, vísum og skjaldrum. Umframt týdningarmikla arbeiðið við siðbundna tónleikinum, hevur Marianne gjørt munagott arbeiði við at niðurskriva løgini eftir Regin Dahl. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur.

Virðislønin til ungt listafólk varð í ár latin Silju Strøm, listakvinnu, fyri serliga góðu evnini innan myndlist. Í myndum sínum skapar Silja Strøm ein ævintýrkendan heim, har djór og menniskju koma saman í smáum dreymakendum søgum um tilveruna. Sterkur persónligur framburður og stórur tøkniligur kunnleiki eyðkenna listina hjá Silju Strøm. Virðislønin er 50.000

Sømdargávur landsins fingu Guðrið Poulsen, yrkislistakvinna, Ebba Hentze, rithøvundur og týðari, og Hanus G. Johansen vísusangari og tónasmiður. Sømdargáva Landsins er ein lívslong heiðursgáva á 20.000 kr. um árið.

Guðrið Poulsen hevur verið ótroyttilig í arbeiðinum at fáa tað at bera til at liva sum yrkislistafólk í Føroyum. Virksemi hennara er víðfevnt og fevnir eisini um undirvísing, so hennara kunnleiki til leirlist kemur øðrum leik- og listafólkum til góða.

Ebba Hentze hevur virkað sum rithøvundur og týðari í eitt langt lív. Hon hevur týtt eitt ótal av bókum, stuttsøgum og greinum til føroyskt og úr føroyskum, og hevur á tann hátt breitt út kunnleikan til føroyskar bókmentir uttanlands.

Hanus G. Johansen rakar við sínum tulkingum av yrkingum hjá eitt nú skaldinum Poul F. Joensen beint inn í føroysku fólkasálina. Hann er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar.