Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlin á Hvítanesi:


Áðrenn

HERVERK

Vit fremja úrslit ! Sigur borgarstjórin í Havn - ”Innanvert Stóragarð ” – Jú gamaní fremjast úrslit , men til tíðir tað í ólukkumát !

Hygg her !

Ein hundrað ára gamal skúlabygningur í bygdini hevur fingið slíka viðferð sum her sæst – einki glerkalt líkhús kundi fingist til at sæð meiri óunnuligt og ófantaligt út.

Hetta má sigast at vera at vanvirða tey í løgdu so nógv fyri at fáa bygt henda skúlabygning, ið kundi verið ein virðiligur varði í bygdini yvir tey í undan fóru og dugdu at síggja langt út um bøgarðarnar, meðan horisonturin hjá teimum ið nú seta dagsskránna, ikki røkkur út um Stóragarð.

Og bøta um herverkið sigur borgarstjórin ikke vera ráð til, sjálvt um reypa verður av hvussu sera væl Torshavnar kommuna er fyri fíggjarliga , borgarstjórin vil blaka 30-40 mill. hendan vegin ein annar handanvegi og Jógvan Arge sigur at kommunan, sambært einum yvirliti frá Fíggjarmálaráðnum hevði eina nettoáogn upp á 65 mill.,við árslok 2011.

Høgni Vestergaard

fyrrv. bygdaráðslimur

í Tórshavnar Uttanbíggja kommunu