Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Herverk framt á útgerð í Trøllanestunlinum

HERVERK: Hóast tað eru meiri enn tvey ár síðani seinast, so hendir tað tíverri av og á, at herverk verður framt á útgerð í føroysku tunlunum. Fyri góðari viku síðani varð herverk framt á neyðljósskipanina í Trøllanestunlinum.

Í síðstu viku vísti tað seg, at herverk varð framt á 10 av neyðljósunum, sum eru fest á veggin í Trøllanestunlinum. Átta í sjálvum tunlinum og tvey í stutta tunnilsarminum út í Djúpadal.

Tað er sera óheppið, at ljósini ikki fáa frið, tí tey eru sett upp við einans endmáli. Nevniliga at betra um trygdina í tunlunum.

Seinast herverk varð gjørt á tunnilsútgerð, var í juli 2011, tá tað gekk út yvir skeltini í tunlunum Norður um Fjall, sum eru Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin.

Áðrenn ta hendingina vórðu eisini herverk framd á ljósskipanina í Gásadalstunlinum og Hovstunlinum, eins og sløkkiútgerðina í Leynatunlinum og Norðskálatunlinum. Hesi herverk fóru fram í 2009 og 2010.

Eins og undanfarnu tilburðir er herverkið í Trøllanestunlinum meldað til løgregluna.