Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hert eftirlit í havnum

EFTIRLIT: Umframt hert eftirlit í floghavnum eftir yvirgangsatsóknina móti World Trade Center í New York fyri stívum 12 árum síðani, varð eisini gjørt av at herða eftirlitið í skipahavnum. Eisini í Føroyum er eftirlitið hert ígjøgnum sokallaðu ISPS-skipanina.

14 føroyskar havnir eru góðkendar eftir ISPS-skipanini, og tær skulu reguliga skipa fyri venjingum fyri starvsfólkum, ið arbeiða hjá havnunum.

Enn hevur tíbetur ongin tilburður ella illgruni verið við nøkrum skipi í nakrari føroyskari havn, har neyðugt hevur verið at aktivera ISPS-skipanina. Men Føroyar – og harvið tær 14 góðkendu føroysku havnirnar – hava bundið seg til altíð at hava neyðugu tilbúgvingina til reiðar, um okkurt illgrunasamt tengir seg at onkrum skipi, sum er á veg inn í eina føroyska havn. Skipanin fevnir um havnir, ið avgreiða skip í altjóða sigling – ferðamannaskip, farmaskip upp á 500 BT ella meira – og Offshore boripallar, sum sjálvstøðugt kunnu flyta seg.

Tað er Landsverk, ið er góðkennandi myndugleiki og hevur eftirlit við ISPS-tilbúgvingini í Føroyum. Samskipari er Jákup N. Olsen á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki.

Ein møgulig fráboðan um okkurt illgrunasamt kemur beinleiðis frá havnini til Landsverk ella frá MRCC til Landsverk, ið síðani metir um verndarstigið fyri havnina og boðar frá hjá politinum og havnini, hagar skipið er á veg. Eisini hevur MRCC sum uppgávu at boða frá hjá Sjóvinnustýrinum, Løgmansskrivstovuni og avvarðandi reiðaríi.

Umframt venjingar í havnunum, skipar Landsverk fyri einum árligum fundi, har umboð fyri havnir og myndugleikar luttaka, og har viðurskiftini kring ISPS-skipanina verða umrødd. Endamálið við fundinum er at styrkja samstarvið millum havnirnar og myndugleikarnar.

Árligi fundurin varð hildin á Landsverki stutt fyri jól, har avvarðandi myndugleikar og umboð fyri flestu ISPS-havnirnar vóru møtt.

Føroysku havnirnar, sum eru ISPS-góðkendar, eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tofta, Miðvágs, Sørvágs, Fuglafjarðar, Vestmanna, Vágs, Tvøroyrar, Sunda, Eiðis, Leirvíkar og Sjóvar havnir.

Fakta um ISPS

Yvirgangsatsóknin í New York 11. sepetember í 2001 er beinleiðis atvoldin til ávísar broytingar í SOLAS (Safety of Life at Sea) altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni (International Ship and Port Facility Code). Eftir yvirgangsatsóknina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, á fundi 20. november 2001 at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum.

Á einari ráðstevnu 12. desember 2002 samtykti IMO nakrar broytingar, sum skuldu verða fult settar í verk í seinasta lagi 1. juli 2004. Sáttmálin setir ávís krøv til tiltøk og ætlanir, sum havnirnar skulu seta í verk, og síðani skulu landsmyndugleikarnir góðkenna tiltøkini og ætlanirnar.

Kelda: www.landsverk.fo