Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Herleif Hammer settur sum rektari

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum rektari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði frá 1. januar 2014 at rokna. Starvið er tíðaravmarkað til útbúgvingarnar flyta inn í Skúladepilin í Marknagili væntandi tann 31. juli 2016.

Herleif Hammer hevur verið virkandi rektari, síðani Mikkjal Helmsdal fór úr starvinum í summar.

Herleif Hammer er 43 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Leiðsluroyndir hevur hann sum vararektari í 3 ár og umsitingarleiðari í 6 ár.