Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her går det godt - her bor de tossede

Aftaná tíðindini - bert dagin í dag - má mann spyrja seg sjálvan, hvat íð Guðs garði fyrigongur í okkara lítla landið? Er alt farið út at koyra, ella hevur tað ongantíð koyrt?

Almannastovan hevur havt 6 ár um at avgreiða eitt mál viðv. fyritíðarpensionisti. Gott at hann livur enn, so hann kann fáa uppreisn.

MMR hevur havt hálvt ár um at finna út av, um skúlaleiðsla av sínum eintingum kann broyta givin støðumet fleiri stig uppeftir, soleiðis sum hon hevur gjørt, alt meðan fleiri onnur stilla seg upp í raðið fyri at fáa somu sømdir. Trupult hjá MMR.

Andstøðan legði 156 uppskot um broytingar til fíggjarlógina fyri 2013. Meirilutin feldi øll. Aftur í hesum føri sóu vit meirilutadiktatur í verki.

Øll vita, hvat minnilutadiktatur er, at ein minniluti stýrir einsamallur. Tá ein meiriluti ikki tekur hædd fyri øðrum enn sær sjálvum og avger tingini hareftir, so verður tað kallað fyri meirilutadiktatur. Spurningur er bert, um tað er ein minni- ella meiriluti, ið fremur diktaturið. Munurin - í demokratiskum høpi - er ikki tann stóri. Ein stórur demokratiskur trupulleiki.

Gjaldið fyri makrelin varð viðtikið við einum innihaldið, ið ger, at øll taka frástøðu frá tí - eisini fólkaflokkurin við fiskimálaráðharranum, sum legði uppskotið fram.- Orsøkin sigst vera, at fólkaflokkurin - ið gongur ímóti hesum gjaldi - soleiðis kann fáa øll at mótmæla, so at teir næstu ferð kunnu koma við einum reiðaravinarligum uppskoti og fáa tað viðtikið. Soleiðis kann mann eisini gera. Lump og lirk og magtdemonstratión.

At studenturin ætlar at taka ræði av Fróðskaparsetrinum í starvssetanarmálum, nú hann m.a. við lygnum hevur niðurlagt landsbankan, er topmáldur frekleiki. Bara tankin er absurdur, tíðansheldur hin almmenni uppblásti framferðarhátturin. Har er einki mark.

Sum er, kunnu vit velja, um vit skulu lata tvey og sjey vera eins og framleiða tvey neon- skilti við tekstinum; Her går det godt - her bor de tossede, sum vit kunnu seta at blunka á Molanumog við flogvøllin, so fremmandafólk verða kunnaði í góðari tíð um støðuna.

Ella eisini , mugu vit krevja broytingar har vit síggja, at broytingar eru fyri neyðini. Okkara størsti trupulleiki sær út til at vera líkasælan: Gongur tað, so gongur tað. Gongur tað ikki, so gongur tað nokk álíkavæl. Men í veruleikanum er tað als ikki so einkult . Vit eru so líðandi við at koyra okkum føst á fleiri økjum. Og einasta loysn er, at vanligi føroyingurin fer til verka, so vit saman kunnu finna góðar fólksligar loysnir. Og tað kunnu vit, bert vit vilja.

Alternativið er, at vit - ein fyri og annar eftir - pakka kuffertið og biðja tey síðstu um at sløkkja ljósið. Men tað er eingin loysn. Bert ein jarðarferð. So í veruleikanum hava vit einki alternativ. Vit skulu steðga galskapinum samstundis sum vit mugu og skulu skapa haldgóðar loysnir her og nú. Og tað kunnu vit, tí saman hava vit alt tað, ið skal til.

Tykkum øllum verður ynskt eini góð og hugnalig jól.

Dagfinnur Danbjørg.