
Her eru nýggju koronutilmælini hjá landsstýrinum
Sum løgmaður greiddi frá í Degi og viku týskvøldið, setur landsstýrið í verk eina ferðsluljósskipan, sum skal virka sum langtíðarætlan fyri koronutilbúgvingina.
Nýggju tilmælini koma í gildi frá leygardegnum 13. november.
Tað er landsstýrið, sum eftir tilráðing frá farsóttarnevndini ger av og upplýsir, nær skift verður millum stigini.
Á korona.fo fer at bera til at síggja, hvørjum stigi vit eru á, og hvørji tilmæli harvið eru galdandi.
Trýst her fyri at síggja tilmælini fyri tey ymisku stigini.