Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her er skráin fyri Jobmatch 2013!

Mánadagin tann 30. desember byrjar Jobmatch 2013 á Østrøm. Tá fer Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost at seta starvsstevnuna, sum í ár setur met við luttøku av 32 fyritøkum og stovnum.

Endamálið við Jobmatch er at skapa samband millum føroyska arbeiðsmarknaðin og føroysk lesandi og útbúgvin heima og uttanlands.

Allan dagin verða framløgur, har til ber at fáa góð ráð um at skriva umsókn umframt hvussu man finnur sítt fyrsta starv í Føroyum. Fyritøkur og stovnar fara eisini at greiða frá um starvsmøguleikar.

Kvøldseta við kjakfundi

Um kvøldið verður skipað fyri kjakfundi, har ymisk evni verða tikin upp. Hesi eru ”Hugburðurin til Føroyar”, “Hvussu man skapar sítt egna starv”, og “Fólkafráflyting og fólkavøkstur”. Til hvørt evni verður kjakast í paneli, har Heini í Skorini verður orðstýrari. Í panelinum sita: Marita Rasmussen, Stjóri í Vinnuhúsinum; Jóan Petur Hentze, Trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Sølvi Jespersen, leiðari fyri talgildu marknaðarføringina hjá Atlantic Airways og Regin Berg, formaður í MFS.

Meira fæst at vita á www.jobmatch.fo um, hvussu man kann bíleggja eitt JobPrát, og hvørjar fyritøkur og stovnar luttaka.

Tað er ókeypis at vitja Jobmatch starvsstevnuna, og øll eru vælkomin!