Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hennina Petersen 100 ár í dag

Dan Klein --- 24.07.2017 - 07:17

Í dag var móttøka á Lágargarði í sambandi við, at Hennina Petersen fyllir 100 ár. Annika Olsen, borgarstjóri, nevndi í røðu fyri Henninu, at tá mann er føddur undir fyrra heimsbardaga og hevur búð í Danmark undir týskari herseting undir seinna heimsbardaga, so boðar bara tað í sjálvum sær frá einum longum og hendingarríkum lívi.

- Tá mann haraftrat hevur starvast hjá Janusi Djurhuus, aktivt hevur upplivað klaksvíksstríðið innanifrá, stóran part av lívinum hevur verið ein globetrottari, hevur verið samfelagsliga aktivur alt lívið, so er onki at ivast í, at mentanarligi førningurin er vorðin avbera stórur við árunum, segði Annika Olsen.

- At gerast 100 og hava sitið einkja nærum helmingin av lívinum er ikki minni undrunarvert. Maðurin Ernst var ein teirra, ið lat lív í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970.

- Jógvan Fríðrikisson, biskuppur, skrivar um hesa vanlukkuna, at "sjálvt um tað er svárt at missa, er tað satt, ið sagt verður : “Heldur missa teg enn ongantíð hava átt teg.”

- Setningurin situr væl, men sannleikin er, at hesin setningur er dýrt goldin. Tað er ein høgur prísur fyri lívsins skúla, at gjaldið kostar lív teirra kæru. Hinvegin er tað ein stór gleði, at tey avvarðandi megnaðu lívið og komu víðari, sjálvt um sárini valla eru lekt.

- Tað er eisini ein stór gleði, at tey, ið yvirlivdu, komu rímiliga væl fyri seg aftur. Tey, ið yvirlivdu og tey, ið mistu, vísa okkum á, at livið biður seg liva. At vit ikki kunnu seta okkum niður og frárokna allar vandar og øll hóttaføll.

- Lívið kann einans livast við tí vanda, at vit einaferð missa tað. Um vit ikki tora at liva í hesum vanda, missa vit sjálvt lívið áðrenn lívslok."

- Og tygum hava torað at liva lívið. Tygum eru júst ímyndin av einum, ið kom víðari. Tygum hava verið aktiv á fleiri økjum og tygum hava altíð havt eitt lætt lyndi. Tygum hava verið sosial og hava skapt lív kring tygum.

- Tað eyðkennir eisini tygum ikki at vilja vera øðrum til last - serliga halda mong tað vera skemtiligt, at tygum sum 93 ára gomul hildu tygum vera nakað ov unga at koma inn á Lágargarð. Men eisini her á Lágargarði eru tygum fallin til og hava skapt lív rundan um tygum.

- Tað er hugvekjandi og lívsjáttandi at síggja, at tygum, sum hava sitið einkja í skjótt hálva øld, kortini kunnu halda 100 ára dagin við hópin av ommu-, langommu- og oldurommubørnum.

- Hóast tygum eru ættað úr Svínoy, búðu í Danmark undir seinna kríggi og í Klaksvík fram til 1962, tá tygum fluttu út á Glyvrar, so hava tygum seinastu 19 árini búð her í Havn, í 10 ár úti á Landavegnum og síðan á Lágargarði.

- Eg kundi hugsað mær at enda við einum broti frá amerikanska rithøvundanum Betty Friedan, sum skrivaði, at "tað at gerast eldri er ikki at missa ungdómin, men tað er at taka nýggj stig við nýggjum møguleikum og nýggjari styrki".

- Soleiðis hava tygum livað. Eitt langt lív, har tygum hava sæð møguleikar heldur enn forðingar. Eg skal vegna Tórshavnar kommunu bera tygum eina heilsu og ynskja tygum hjartaliga tillukku við føðingardegnum, segði Annika Olsen m.a. í røðu fyri Henninu Petersen.