Hennara hátign drotningin kom í gjár
Mikudagin skrivaði løgmansskrivstovan, at veðrið hevði við sær, at tað ikki var møguligt hjá Hennara hátign drotningini at lenda í Vágum seint seinnapartin.
Drotningin kom í gjáramorgunin. Hetta hevði við sær broytingar í skránni.
Broytingarnar, sum løgmansskrivstovan sendi út í gjár, kann lesast niðanfyri:
Flogfarið við hennara hátign drotningini er lent í Vágum.
Skráin fyri dagin í gjár:
Kl. 13.00 – 13.15 Almenn móttøka á Bursatanga
Kl. 13.20 – 13.50 Móttøka og gávuhandan í Tinganesi
Kl. 14.10 -14.50 Miðmáli á Hotel Hafnina
Kl. 15.00 – 15.40 Vitjan á Føroya løgtingi
Kl. 15.45 – 16.05 Almenn móttøka á trappuni í Vágsbotni
Kl. 16.15 – 17.00 Vitjan á Skúlanum á Fløtum
Kl. 17.10 - 18.00 Vitjan í Sjóvinnuhúsinum
Kl. 19.30 Veitsludøgurði løgmans í Norðurlandahúsinum