Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hendingarík vika í Sandoyar prestagjaldi

Hósdagin, 14. mai, Krists himmalsferðardag
Klokkan 12 er felags guðstænasta fyri alla oynna í Høllini inni í Dal. Harmonikuvinir spæla undir til sálmasangin. Ikki er neyðugt at hava sálmabók við, tí sálmatekstir verða vístir á stórskýggja. Sandoyar mannskór og barnakór av Sandi fara eisini at syngja. Tiltakið er í sambandi við, at B71 skipar fyri fótbóltsmarathon í døgunum 13. - 14. mai.

Vegna felagsguðstænastuna er eingin guðstænasta í kirkjunum í oynni.

Klokkan 16 er aftur møguligt at hoyra Harmonikuvinir og Sandoyar manskór. Hesaferð til "syngið við" tiltak í Skopunar kirkju.

Leygardagin, 16. mai, kl. 14 í Sands kirkju.
Klaus Højgaard Laursen er kendur fyri at kunna endurgeva stórar partar av Bíbliuni uttanat. 

Hann livir seg inn í tekstin, soleiðis at teksturin gerst livandi fyri áhoyrarunum. Klaus fer at siga frá lívi Dávid kongs, og endurgeva fleiri av sálmum hansara í Bíbliuni. Vit fara eisini at hoyra hann siga partar av Evangelii Markusar uttanat. Í steðginum verður høvi til ein drekkamunn í forkirkjuni.

Sunnudagin, 17. mai.
Klokkan 12 prædikar Jógvan, biskupur, í Húsavíkar kirkju og Havstein, prestur, í Sands kirkju. Í hinum kirkjunum í prestagjaldinum er lestur.