Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helviti í fokus

Ein journalistur hevur við einari sjónvarpsrøð lagt seg eftir, at draga orðið Helviti fram í rampuljósið, við at greiða okkum frá, at hetta er eitt vanligt orð, sum brúkt verður at ræða børn við í tí kirkjuliga umhvørvinum. Tað ljóðar ikki tespiligt um hetta er aðalmálið í tí boðan, sum fer fram í Guðs húsum kring landið. Barnasálin er viðbrekin, og vit skulu brúka vísdóm allastaðni, har vit hava við børn at gera.

Sjálvur havi eg virka í meira enn fjøruti ár innan kirkjuligt arbeiði, eisini við børnum, men kenni einki til, at dentur hevur verið lagdur á siga børnum frá, hvussu tað sær út í helviti. Tað hevði heldur ikki lati seg gjørt, tí eg havi ongantíð verið har, og veit tí ikki, hvussu tann staður sær út. Vóni heldur ikki, at eg nakrantíð fái at vita tað. 

Heldur munnu flest okkara kennast best við orði frá dagligari talu. Hvussu ofta munnu helviti, fanin og djevulin ikki vera havt á munni gjøgnum dagin, tað veri seg á arbeiðsplássi, á skipsdekki, fjølmiðlum og annars í tosi millum manna? Hesum røkka kirkjurnar ikki upp til knæið. Fyri ikki at tala um kvøldbønina hjá fleiri foreldrum, tá ið smábørn skulu til hvíldar: “Far til helvitis í song ella skal eg buka teg av!” Hetta er ikki tespilig song at legga eitt barn í. 

Tað tykist tó, at verða orðini brúkt uttanfyri kirkjuliga umhvørvið, eru tey friðhalga, ella hava ongan týdning. 

Kanska áttu teir journalistar, ið siga okkum, hvussu vandamikið tað er, at brúka orðið helviti millum børn og vaksin, at gjørd sendingar um tær illbønir, sum í hópatali verða lisnar upp gjøgnum dagin, og hvat tey smáu læra av hesum.

John S. Myllhamar