Helgi spyr um nýggju útbúgvingina í løgfrøði
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í útbúgvingarmálum, ein § 52a fyrispurning um nýggju útbúgvingina í løgfrøði. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1. Kann landsstýriskvinnan vátta at tey, sum taka embætisprógv í lóg á Fróðskaparsetrinum, eftir lokna útbúgving kunnu fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í okkara rættarskipan á jøvnum føti við tey, sum taka útbúgvingina í Danmark?
2. Kunnu tey, sum taka embætisprógv í lóg á Fróðskaparsetrinum, fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í øðrum pørtum av danska ríkinum?
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at tann 14. mars í ár góðkendi landsstýriskvinnan við skúlamálum eina nýggja útbúgving í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Talan er um eina bachelorútbúgving í lóg, og tá bachelorútbúgvingin verður lokin um trý ár, er ætlanin, at tað eisini skal verða møguligt at halda fram við at nema sær embætisprógv í lóg. Hetta merkir, at tað fer at bera til at nema sær siðbundnu 5 ára løgfrøðiútbúgvingina í Føroyum.
Men sambært rættargangslógini, grein 119, stk. 2, nr. 3 kunnu bara tey virka sum advokatar í okkara rættarskipan, sum ”har bestået dansk juridisk bachelor- og kandidateksamen.”
Skúlamál er eitt yvirtikið málsøki, og útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum kunnu ikki kallast danskar. Samstundis er rættarskipanin donsk.
Tí verður spurt, um landsstýriskvinnan kann tryggja at tey, sum taka útbúgvingina í Føroyum, eisini fáa rætt at virka í okkara rættarskipan eftir lokna útbúgving. Eisini verður spurt um rættin at virka í øðrum pørtum av danska ríkinum. Á heimasíðuni hjá danska ”Advokatsamfundet” stendur: ”Det er ikke muligt for borgere, der ikke har en juridisk eksamen fra et EU-land at blive advokatfuldmægtig eller advokat i Danmark. Dette gælder også selvom du allerede har ret til at praktisere i et ikke-EU-land og måske har gjort det i en årrække.”
At enda sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at eftir ætlan skulu tey fyrstu lesandi byrja á Setrinum longu í heyst, og tí er umráðandi, at øll ivamál um, hvat útbúgvingin kann brúkast til, verða fingin av vegnum áðrenn útbúgvingin byrjar.
Sambandsflokkurin