Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helgi Abrahamsen reisir fyrispurning um markaforðingar millum Norðurlond

Hvussu samsvara orðini við veruleikan, um at norðurlendingar skulu kunna virka frítt tvørtur um landamørkini? Tað vil Helgi Abrahahamsen, løgtingsmaður og limur í Norðurlandaráðnum, hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, at svara.

”Hvørji ítøkilig stig eru tikin hetta seinasta árið, sum hava til endamáls at minka um markaforðingarnar sum eru millum Føroyar og hini Norðurlondini?” Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og limur í Norðurlandaráðnum, Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í einum munnligum fyrispurningi.

Helgi Abrahamsen vísir á eitt ”temaorðaskifti” um markaforðingar, sum var í løgtinginum tann 20. apríl 2012. Undir orðaskiftinum viðgjørdi løgtingið tær forðingarnar, sum gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørturum norðurlendsku landamørkini. Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði upp til orðaskiftið, og í framløguskrivinum vísti hon á nøkur ítøkilig átøk, sum, landsstýrið ætlaði at seta í verk, fyri at byrgja upp fyri markaforðingum.

Hevur fylgt arbeiðinum
Fyri einum ári síðani setti Helgi Abrahamsen landsstýriskvinnuni ein skrivligan fyrispurning, fyri at fáa at vita, hvussu langt arbeiðið var komið. Sambært svarinum vóru nógv tiltøk sett í verk og fleiri vóru ávegis.

Millum tiltøkini sum vóru farin í gongd var arbeiðið við at broyta rundskrivið um lógarsmíð, soleiðis at ávirkanin á hini Norðurlondini eisini skuldi vera partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot í Føroyum. Eisini skuldi ein føroyskur markaforðingarbólkur til verka, sum skuldi finna fram til tær markaforðingar, sum eru, raðfesta tær og taka stig til at fáa hesar loystar.

Nú vil Helgi Abrahamsen hava at vita, hvussu nógv er hent á økinum síðani fyrispurningur hansara var svaraður í fjør. Hann vil millum annað hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, um rundskrivið um lógarsmíð er víðkað, og eisini vil hann hava at vita, hvussu langt føroyski markaforðingarbólkurin er komin við arbeiðinum.

Norðurlandaráðið setur ferð á arbeiðið
Bæði Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið hava sett ferð á arbeiðið at vinna á markaforðingum millum Norðurlond. Ráðharraráðið hevur valt eitt markaforðingarráð, og Norðurlandaráðið hevur valt ein markaforðingarbólk. Helgi Abrahamsen er umboð fyri trivnaðarnevnd Norðurlandaráðsins í markaforðingarbólkinum.