Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helgi Abrahamsen reisir fyrispurning um markaforðingar millum Norðurlond

Hvussu samsvara orðini við veruleikan, um at norðurlendingar skulu kunna virka frítt tvørtur um landamørkini? Tað vil Helgi Abrahahamsen, løgtingsmaður og limur í Norðurlandaráðnum, hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, at svara.

”Hvørji ítøkilig stig eru tikin, síðani apríl 2012, sum hava til endamáls at minka um markaforðingarnar sum eru millum Føroyar og hini Norðurlondini?” Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og limur í Norðurlandaráðnum, Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í einum skrivligum fyrispurningi.

Helgi Abrahamsen vísir á eitt ”temaorðaskifti” um markaforðingar, sum var í løgtinginum tann 20. apríl 2012. Undir orðaskiftinum viðgjørdi løgtingið tær forðingarnar, sum gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørturum norðurlendsku landamørkini. Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði upp til orðaskiftið, og í framløguskrivinum vísti hon á nøkur ítøkilig átøk, sum, landsstýrið ætlaði at seta í verk, fyri at byrgja upp fyri markaforðingum.

Nú tvey ár skjótt eru farin síðani ”temaorðaskiftið”, vil Helgi Abrahamsen hava at vita, hvat er hent á økinum síðani orðaskiftið var.

Hann vil millum annað hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, um ”rundskrivið um lógarsmíð” er víðkað, soleiðis at ávirkanin á hini Norðurlondini eisini er vorðin partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot, sum verða løgd fyri løgtingið. Eisini vil hann hava at vita, um landsstýriskvinnan hevur sett arbeiði í gongd at fáa landsstýrisfólkini, hvørt á sínum lógarøki, at kanna eftir, um markaforðingar eru á teirra lógarøki.

Tilsamans 9 spurningar eru í skrivliga fyrispurninginum, sum Helgi Abrahamsen hevur sett Anniku Olsen. Spurningarnir snúgva seg um ítøkilig uppskot, sum landsstýriskvinnan nevndi í løgtinginum, tá aðalorðaskifti var í 2012 um markaforðingar.

Norðurlandaráðið setur ferð á arbeiðið

Bæði Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið hava sett ferð á arbeiðið at vinna á markaforðingum millum Norðurlond. Ráðharraráðið hevur valt eitt markaforðingarráð, sum skal hava sín fyrsta fund í apríl, og Norðurlandaráðið hevur valt ein markaforðingarbólk, sum eisini hevur sín fyrsta fund í apríl. Helgi Abrahamsen er umboð fyri trivnaðarnevnd Norðurlandaráðsins í markaforðingarbólkinum.