Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HELGI ABRAHAMSEN ER NÓGV FONGDUR VIÐ HÁLENDSKA SJÚKU

Hálendsk sjúka er áhugavert støði í nasjonaløkomi. Sjúkan mennist og herðist í øllum samfeløgum sum fáa ...nógvan fremmandan pening inn í landið. Pening ið ikki er skaptur av arbeiði og framleiðslu innan lands.

Hesin ónatúrligi tilstandur fremur inflasjón, dýrtíð og herðingar á fíggjarlógini. Men sjálvandi minka ikki peningatreytir polittikaranna, sum teir sjálvir áseta. Har manglar okkum øðrum javnrættindi. Sjúkan elvir eisini manglandi kappingarføri og fólkafráflyting. Tað búgva helst væl fleiri føroyingar uttanlands enn her.

Haldi at sambandsfólk, og restin av samgonguni eiga at fara á skeið í nasjonaløkonomi, soleiðis at rivast kann fyri eygum teirra. Kanska fráfarni sambandstingmaðurin og nasjonaløkonomurin Magni Laksafoss, er eitt gott boð til at vera skeiðleiðari.

Hanus Vang