Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helena 25 ára starvsdag

Helena Poulsen hevði tann 1. oktober arbeitt hjá Tórshavnar Kommunu í 25 ár. Fyrstu mongu árini á Ellis – og Umlættingarheiminum, serliga á Umlættingarheiminum, til Tjarnargarður lat upp í oktober 2004.

Tað, sum bæði leiðarin og borgarstjórin vístu á í røðu fyri Helenu á samkomu á Tjarnargarði í gjár var, at tað, sum serliga eyðkennir Helenu er, at hon tekur arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í fullum álvara.

Víst varð á, at búfólk og starvsfólk kenna seg tryggan, tá hon hevur ábyrgdina av deildini. Sum nakað heilt náttúrligt fyri Helenu tekur hon ábyrgdina á seg, so arbeiðið altíð glíður væl, sjálvt um óvæntaðar støður uppstanda. Onki er ov stórt ella ov smátt fyri hana.

- Sær hon, at tað treingir at vaska gólv, so ger hon tað, sjálvt um fólk eru sett til tað. Um búfólk knappliga standa og skulu hava annað medisin enn vanligt, so fer hon á Apotekið eftir tí. Mangla gardinur onkustaðni, so seymar hon tær ella um hon heldur tað treingir til at pynta um, mála ella okkurt líknandi, ja so ger hon tað eisini, visti leiðarin at siga frá.

- Helena kemur av tí skúlanum, at man ger tað arbeiði, sum treingir til. Tað er fantastiskt við sovorðnum fólki á bústovnum sum hesum, tí arbeiðið er so fjølbroytt, har mann hevur við fólk at gera, sum ikki klára seg so ella so, tí tá ber ikki til at seta alt í skema, um hvør ger hvat. Tað gerst ov stirvið og keðiligt, har tað valdar millimeturdemokrati við fakmørkum.

- Fyri nøkrum árum síðan kom eitt nýtt hugtak fram í røktarheimshøpi, sum kallast Eden Alternative. Hetta tóku vit øll til okkara meir og minni. Vit tosaðu tá ofta um Eden-typur og hvørji starvsfólk vóru tað. Øll vit, sum kenna Helenu og hava starvast saman við henni vita, at hon ER Eden, tað eru vit øll samd um, segði leiðarin, Hensi Einarsson.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók undir við Hensiu, og legði dent á tað ótrúliga trúfestið í fólkum sum Helenu. Helena fekk bæði brosju, peningagávu og blómur frá býráðnum til minnis um dagin.

Kelda: www.torshavn.fo