Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heldur hetta fram frávelja fólk at gifta seg

Okkara lóggáva leggur upp til, at tað í flestu førum loysir seg nógv betur at liva saman ógift, enn í siðbundna hjúnabandinum, sigur Kári P. Højgaard, í viðmerking til § 52a fyrispurning eftir Tingskipanini 

Fyrispurningur um sosiala ójavnan millum gift og samlivandi pør, settur landsstýris-manninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørji stig fer Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður at taka til ess at burturbeina sosiala ójavnan, ið valdur millum gift pør og samlivandi?
2. Er møguleiki fyri, at allir pensjónistar verða roknaðir sum einstaklingar, hvat hevði tað kosta?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at pensjónistar, sum velja at liva saman pappírsleyst, eiga at verða javnsettur við giftar pensjónistar og fáa sama pensjónsútgjald?
4. Eigur Almannastovan at fáa møguleikan at eftirkanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar sum einlig, ikki liva saman pappírsleyst, og tí ikki verða mótroknað sum hjún?

Viðmerkingar
Sum lógin er orðað í dag, hevur Almannastovan ikki møguleika at eftirkanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar, veruliga eru einlig, ella tey velja at liva saman sum hjún uttan vígslubræv.

Tað sama er galdandi fyri hún, sum náa pensjónsaldur. Pensjónistahjún verða revsað og fáa áleið 25% lægri pensjónsútgjald. Tað er grundað á, at tey hava forsorgarskyldu mótvegis hvør øðrum, og at tað eru ávísar sparingar, tá tey liva saman.

Um pensjónistapar harafturímóti velur at liva saman sum hjún pappírsleyst, hava hesi møguleikan at fáa pensjónsútgjald sum støk, t.v.s. umleið 5.000 krónur meira um mánaðin at liva fyri.

Heldur hendan gongdin fram, veðrur avleiðingin uttan iva, at fólk fara at frávelja at gifta seg. Okkara lóggáva leggur upp til, at tað í flestu førum loysir seg nógv betur at liva saman ógift, enn í siðbundna hjúnabandinum.

‘Tað kann ikki verða politiska endamálið.

Pensjónsnýskipanin er eitt stig rætta vegin, har sjónligir batar eru framdir, serliga fyri tey sum bert hava pensjónina at líta á og ætla at vinna sær nakrar krónur aftrat pensjónini, so leingi sum heilsan loyvir tí, og møguleiki er til tess.

Hesin spurningurin verður settur, fyri at seta sjóneykuna á mismunin mótvegis siðbundna hjúnabandinum og fáa greiðu á, hvørja ætlan landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi.

Á Løgtingi, 8. mai 2018

Kári P. Højgaard