Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEITA KELDAN í KOLLAFIRÐI og ORKUMONGD

Lis Mortensen frá Jarðfeingi segði í Útvarpinum í gjárkvøldið at heita vatnmongdin nú er 14000 litrar um tíman, og nærum 27 stig. 

Tað er 336000 litrar ella kilo um samdøgrið.

Orkan pr. samdøgur er sostatt:

336000 x 27 x 4,18 = 37920960 kJ um døgnið.

Tað svarar til góð 900 kg av olju.

Tað er næstan 1130 litrar.

Í eitt ár er tað eini 412000 litrar av olju.

Brúkar eitt hús 2000 litrar um árið, so kann orkunøgdin hita gott og væl 200 hús.

Tað man vera á leið húsatalið í Kollafirði.

Men so er spurningurin hvussu hesin møguleiki skilabest kann nýtast?

Tað eru tað helst fleiri skilagóðar metingar um.

Hanus Vang