Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heinta App til IPhone/ IPad hjá Levi Mørk býraðslimi!

Levi Mørk býraðslimur er tann fyrsti føroyski politikarin við egnari App ella forriti til Apples Ipone og IPad.

Veljarin hjá Tórshavnar kommunu kunnu nú fáa ein politikara beinleiðis í lumman. Javnaðar býradslimurin í Havn, sum eisini er formaður í byggi og býarskiparnevndini hjá Tórshavnar kommunu, hevur gjørt hesa Appina saman við einari amerikanskari fyritøku og Appin kann heintast hja Appeles iTunes App Store og innstalleras direkta til Iphonina og IPad um 1 til 2 vikur, er hon tøk at taka niður. 

 Eg havi arbeitt eina tíð við ætlanini og sá í fjør, at onkur danskur býráðslimur var tann fyrsti politikarin í Danmark, við einari App, hetta var í fjør. So hugsaði eg at hetta mátti eg royna.

Við hesari App/forriti kann ein fylgja við politiska arbeiðinum hjá mær gjøgnum tekstir/greinar, video, ljóðfilar, myndir og tjatti.

Eg hoyrið oftani, frá fólkið sum siga, at tað er ringt at fylgja við hvat vit gera i býraðnum og her er so ein møguleiki at fáa boðskapin meira út til folkið.

Tí royni eg hetta, havi annars nýliga gjørt mær nýggja heimasidu, sum er www.levimork.com, haldi tad er ringt at fáa boðskapin út við vanligari heimasiðu.

Jú, Facebook og Twitter er ein møguleiki, sum eg eisini bruki nógv til at fáa boðskapin út.

Appin hevur tiðindir, leinkir, leiti møguleikar, ljóðtilfar, greinasavn, yvir 1000 myndir og 150 greinar. Eisini eru privat ting at finna á Appini.

Alt hetta verður gjørt gjøgnum mina heimasidu. Tvs, eg skal bert uppdatera heimasiduna, so er Appini eisini uppdatera og tær hava sama innihald.

App’in er okeypis og er klar um 1 til 2 vikur, og kann takast nidur fra Appel Store ókeypis.

Tíðindaskriv

 Levi Mørk

 Fartlf 00298210547