Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru frá vinstru: Karin Fierke, Viviene Jabri, Katerina Dalacoura og Heini í Skorini.

Heini í Skorini vart ph.d. á King’s College

Dan Klein --- 08.05.2017 - 06:50

Fríggjadagin 5. mai vardi Heini í Skorini ph.d.-ritgerð sína um altjóða politikk á Department of War Studies á King’s College, University of London.

Heini í Skorini hevur kannað søguna og korini hjá talufrælsinum í ST høpi og hvussu rætturin til frít at siga sína hugsan um trúarviðurskifti er undir áhaldandi og skipaðum álopi, eisini í 2017. Granskingartilfarið fevnir um fleiri enn 1000 skjøl úr søvnum hjá ST og Wikileaks-dátugrunnin, umframt umleið 25 samrøður við ST sendifólk og diplomater úr Asia, Miðeystri, Norðurafrika, Europa og USA.

Heini í Skorini sigur um ritgerðina: 

- Handan háfloygdu ástøðini, er ritgerðin í veruleikanum um fólk, sum gjalda hægsta kostnaðin fyri at hugsa og tosa frítt. Hóttanir, fongsul, píning, forfylging og deyða. Av og á má ein minnast til, at frælsi ikki er ein sjálvfylgja; at frælsi er ein søgulig parentes, sum skal verjast.

Heini í Skorini hevur verið innskrivaður á King’s College, men hevur eisini verið knýttur at Fróðskaparsetrinum, meðan hann hevur arbeitt við ph.d.-ritgerðini. Høvuðvegleiðari var Viviene Jabri, professari í altjóða politikki á Department of War Studies, King's College.
Opponentarnir til verjuna vóru Karin Fierke, professari á University of St. Andrews, og Katerina Dalacoura, professari á London School of Economics.

Verjan fríggjadagin gekk sera væl.

Verkætlanin kallaðist: ”Human Rights Language as a Double-Edged Sword: Examining the Clash on Freedom of Expression and Defamation of Religions in the UN System”. Hon er fíggjað úr Granskingargrunninum og av Fróðskaparsetrinum.

Les um Heina í Skorini í Heilagrunninum: http://gransking.axeltra.com/index.php?type=person&lng=fo&id=316