Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimsmet í manupulatión

Og hvat høvdu Andrass Samuelsen, Kristian Djuurhus, ella Petur Mohr Dam, allir fyrrverandi løgmenn, sagt til tað sum fer fram á Føroya Løgtingi í hesum døgum.

Vit hava ein ráðharra íð hevur arbeitt í tí dulda, í samband við størstu samferðsluætlan her á landi nakrantíð.

At so sami ráðharri uttan um Landsstyri, ber sítt dulda uppskot niðan í løgtingi, utttan atLandsstyri yvurhøvur fær innlit í málið, er so langt úti, at orð er ikki fyri tí. Tá so tað lóggevandi tingið, sum skal taka støðu í nevnda málið, og sum hevur sett nevnda ráðharra í starv, heldur ikki fær innlit , so er politiski ruðuleikin fullkomin.

Hugsi tykkum um ráðharrin fyri samferðslu í Fólkatinginum, hevði farið í duldar samráðingar um Femern ætlanina, har brúgv nú skal gerðast millum Danmark og Týskaland. Fyri tað fyrsta, so hevði tað verið óhugsandi. Og um tað var hent, so hevði hann verið varpaður út úr Fólkatinginum, við einum misálitið. Spurningurin er eisini, um tann stjórnin ikki eisini hevði fingið eitt misálit, soleiðis at hon eisini hevði mist politiska valdið.

Eftir øllum at døma, so átti innlendismálaráðharrin fyri langt síðan, at fingi eina misálitsváttan. Fyrst dregur hann sítt egna innlendisráð uppá trá, við einum uppskoti sum eingin heimild var til. John Johannesen, tásitandi landsstyrismaður, hevði jú tikið stig til ein aðra loysn, tí var hulduuppskotið sum sitandi innlendismálaráðharra arbeiddi við, ikki politiskt borðbært.

At hann so aftaná leggur uppskotið aftur fyri løgtingi, fyri at legalisera hulduuppskot, tað sigur alt um tað tign í Føroya Løgting hevur vit í dag skriva 2013.

Vónandi eru løgtingslimirnir Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu so politiskt framskygdir, at teir ikki lata seg politiskt taka av fótun, nú sitandi landsstyri í berum panikki, knappliga burtur úr ongum lovar teimun ein Sandoyartunnil.

Meðan fíggjarmálaráðharrin setti av 1 millión krónur, siger og skriver eina millión til P/F Sandoyartunnilin, so er Løgmaður í sonnun gávuhýri nú hann knappliga finnur út av, at privata loysnin hjá honum og Kára Højgård ikki hevur meirilutan aftan fyri seg í samgonguni.

Hatta er jú nothing og kann als ikki góðtakast, bert at bjóða eina millión krónur, tá atkvøður skulu keypast. Tískil hækkar Løgmaður inngjaldið til Sandoyartunnilin til 150 milliónir, væl at merkja um hann fær trygd fyri, at keyptu atkvøðurnar tryggja Kára P. Højgård og honum privata tunnilin. Hervið hækkar Løgmaður gjald Fíggjarmálaráðharrans fyri ar fáa ein meiriluta, frá einari millión til 150 milliónir, ella 15.000 %. Hetta má sigast ar vera, tann kavrotnasti rossahandil í politiskari søgu, og so á áljósum degi, dregur sitandi Løgmaður løgmannsembætið niður á eitt støði, ið gott kann samanlíknast við tað sum Berlusconi nýliga er dømdur fyri.

Aftaná tað sum fram er farið, er tað óskiljandi, at Kári P. Højgård og stjórin í innlendis- og løgmálaráðnum ikki báðir eru loystir úr starvi. At so samgongan framvegis stuðlar Løgmanni, er fyri mongum eisini ein gáta.

Frank Davidsen