Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimskendur havgranskari 30 ára starvsdag

Í dag fegnast vit um, at Bogi Hansen, havgranskari, hevur starvast 30 ár á Havstovuni. Bogi er ein av okkara fremstu granskarum, um ikki tann allar fremsti.

Viðurkenningar fyri arbeiði hansara tróta ikki.

Bogi hevur m.a. havt greinar í altjóða vísindatíðarritunum “Nature” og “Science”, hann hevur fingið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2006 fyri umfatandi gransking innan veðurlag og havfrøði, og hann hevur eisini fingið yrkisbókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 2001 fyri bók sína “Havið”.

Hetta tí, at hann á sera dugnaligan hátt dugir at bera fram og flyta síni granskingarúrslit inn í tilveru og samtíð okkara.

Hetta er ikki einum og hvørjum granskara unt, og heldur ikki er tað einum og hvørjum granskingarstovni unt at hava slíkan úrmæling undir taki.

Bogi hevur við dugnaskapi sínum verið við at opna dyrnar út í heim, og vunnið sær sjálvum, Havstovuni og ikki minst Føroyum ta virðing, sum góð gransking hevur uppiborið.

Tí er tað við gleði og stoltleika, at vit á Havstovuni kunnu líta 30 ár aftur í tíðina og fegnast um ta menning, stovnurin hevur verið í gjøgnum saman við góða starvsfelaga okkara Boga Hansen.