
Men í Føroyum sigst partur av orsøkini at vera grindahvalurin
Tíðindaskriv:
Í dag verða kanningar, ið eru gjørdar á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, umrøddar í útlendskum miðlum. Grundin er, at granskarar á Harvard Universitetinum halda seg hava ávíst, at drekkivatn í USA er dálkað við PFCum (perflourinated compounds). Í hesum sambandi verða tvær greinar, sum eru grundaðar á gransking framd í Føroyum, nevndar fyri at vísa á, hvussu vandamikil hesi evni eru.
Tann fyrsta greinin hevur heitið “Serum Vaccine Antibody Concentrations in Adolescents Exposed to Perfluorinated Compounds”. Hon er um 656 børn, sum vórðu fødd 1997 til 2000. Tá tey vóru fimm ára gomul, máldu vit ymisk dálkandi evni í blóðinum hjá teimum og tá tey vóru sjey ára gomul, máldu vit andevnini fyri barnavaccinatiónirnar. Tað vísti seg tíverri at vera eitt týðiligt samband millum evnabólkarnar PCB og PFC og andevnini, soleiðis at skilja, at hesi dálkingarevni tálmaðu andevnisgerðina í kroppinum. Hetta kann fatast sum um, at immunskipanin hjá børnum varð tálmað. Tað var tí sera áhugavert at kanna, um hetta negativa árin helt sær, tá børnini blivu eldri. Henda greinin, sum vit almannakunngera í hesum døgum, sigur tíverri, at hetta negativa samband hevði hildið sær, tá tey vórðu kannað av nýggjum sum 13 ára gomul.
Vit vita ikki, um tað hevur heilsuligar avleiðingar við sær, men sum kunnugt, er tað av størsta týdningi, at okkara immunskipan virkar væl. Ólag á hesa skipan kann hava við sær nógv ymisk sjúkufyribrigdi so sum ovurviðkvæmi, men eisini tað vit rópa autoimmunar sjúkur so sum bruna í tarmunum og mangar aðrar sjúkur.
Hin greinin hevur heitið: Shorter duration of breastfeeding at elevated exposures to perfluoroalkyl substances ella á føroyskum “styttri bróstageving og útsetilsi fyri perfluoroalkylir”. Tað er phd-studenturin Amalie Timmermann, sum er fyrsti høvundi á hesi grein. Greinin sigur frá, at tá vit samanhalda nøgdina av fluorevnum í blóðinum hjá 1130 føroyskum barnakonum við, hvussu leingi tær góvu bróst, so sæst ein negativur samanhangur. Í miðal góvu mammur bróst í 9 mánaðir – 5 mánaðir bara bróstamjólk. Vit funnu, at hvørja ferð eitt evni, sum verður stytt PFOS, bleiv dupult so høgt í blóðinum hjá mammunum, styttist teirra bróstagevingarskeið við 1,4 mánað og fyri fluorevnið PFOA var sama tal ein hálvur mánaður. Hesin samanhangur sást bæði hjá teimum, sum høvdu átt eina ferð og fleiri ferðir.
Vit vita ikki, hvussu hesin samanhangur skal forklárast. Vit vita tó, at hesin evnabólkur kann ávirka hormonskipanir í kroppinum, so tað er møguliga eisini grundin til henda samanhang, sum greinin sigur frá.
Bróstamjólk er góð fyri børn, men hóast WHO mælir til, at børn fáa bara bróstamjólk fyrsta hálva árið, so eru tað bert 38 % av heimsins børnum, sum fáa tað. Manglandi evni hjá mammum at geva bróst, kann hava mangar grundir, men at dálkingarevni sum hesi fluorevni eisini kunnu vera viðvirkandi, vistu vit ikki.
Tað skal sigast, at nøgdin av hesum evnum í føroyskum mammum, ikki er hægri enn tað, sum vit finna í øðrum londum, men hin vegin vita vit eisini, at ein kelda til hesi evni er at finna í grindini.
Úr einum fyribyrgingarsjónarhorni er tað týdningarmikið, at avmarka útlátið av hesum evnum og at minka um markvirðini í t.d. drekkivatni.
Pál Weihe, yvirlækni, professari