Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

Heimleiðisfundur um ferðavinnupakkan

Fyri limum felagsins skipar Ferðavinnufelagið fyri heimleiðistiltaki um ferðavinnupakkan hósdagin 2. juli í Vinnuhúsinum. 

Á skránni er ferðavinnupakkin, sum Løgtingið samtykti fyri stuttum: 

1) Endurrindan av føstum útreiðslum – ferðavinnufyritøkur
2) ALS skipanin longd til 31. august

3) Fígging gjøgnum Framtak

Umboð fyri Framtak luttaka á tiltakinum, og høvið verður at seta spurningar. 

Umframt formligu skránna ynskir Ferðavinnufelagið, at tiltakið skal verða eitt høvi hjá limunum at hittast til óformligt ferðavinnuprát. 

Av tí at Ferðavinnufelagið bjóðar ábit, er neyðugt at boða frá luttøku á industry@industry.fo ella 309900 áðrenn mikudagin 1. juli kl. 12.00. 

Tiltakið verður 2. juli kl. 15.00 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7 og er fyri limir í Ferðavinnufelagnum.