Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eitur nú Nánd

Samstarvið um eldraøkið í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu hevur fingið nýtt navn. Heimatænastan, sum tað higartil hevur verið kallað, eitur nú Nánd. Avdúkingin fór fram til móttøku í morgun á sambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu.

Navnið hjá nýggja samstarvinum ímyndar eina nýggja byrjan og vísir til samstarvið í økinum. Nánd inniber sostatt bæði at fara út til borgaran, har hann býr, og at veita tænastur á sambýlum og stovnum, har fólk búgva.

- Navnið Nánd ímyndar hetta, at Heimatænastan er har, sum borgarin er, sigur Kristina T. Larsen, leiðari á Heimatænastuni. Heimatænastan er altíð í nánd, í nærumhvørvinum, men borgarin er heima hjá sær sjálvum, hvørt hann so er í egnum heimi ella á sambýli. 

Nýggja navnið hevur eisini ein landafrøðiligan týdning. Tað snýr seg um samstarv í nærumhvørvinum í økinum, har kommunurnar samstarva um eldraøkið – t.v.s. í Syðrugøtu, Norðragøtu, Leirvík, Fuglafirði, á Kambsdali, undir Gøtueiði og á Hellunum.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna valdu at skipa javnbjóðis samstarv um eldraøkið, tá kommunurnar við ársbyrjan 2015 yvirtóku ábyrgdina av hesum. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.

Lýsingarstovan Sansir hevur saman við stýri og leiðslu í Nánd ment uppskotið til nýggja navnið og grafiska samleikan.

Í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu búgva áleið 3500 fólk.