Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimafriður

Á nýggjárinum komu nýggju markvirðini fyri óljóð frá skipum í gildi. Hetta fer at bøta munandi um trupulleikan av óljóði hjá teimum sum búgva nær við havnaløgini.

Fyrstu tíðina verður markvirðið 58 desibel um náttina og 60 desibel um dagin (mált við ljóðkelduna), men hesi mørkini fara at lækka so líðandi tey komandi árini.

Broyttur hugburður
Longu tann 4. november 2009 setti eg Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um óljóð frá skipum, men hesin fyrispurningurin fekk kaldliga móttøku á tingi. Eg fekk at vita frá teimum sum tóku orðið, at eg var ein ið ikki skilti týdningin av at hava virksemi á havnaløgunum, og at stóð tað til mín, so lógu allar havnir í Føroyum steindeyðar.

Sjálvandi síggi eg stóran týdning í, at virksemi er á havnaløgunum, men hetta eigur at verða skipa soleiðis, at tað er til minst møguligan ampa fyri tey sum búgva nær við havnaløgini.

Tók málið upp í landsstýrinum
Tá eg í 2019 bleiv landsstýrismaður við millum øðrum kommunu- og umhvørvismálum, tók eg hetta málið upp. Nógvir fundir hava verið við Umhvørvisstovuna, felagið Heimafrið, kommunurnar og størru havnirnar. Hóast fleiri mótstríðandi áhugamál millum onkrar av pørtunum, so skulu hesi hava rós fyri at hava víst vilja til at finna loysnir.

Málið er ikki heilt einfalt, tí á aðrari síðuni vilja vit øll hava virksemi í landinum, men vit vilja eisini hava frið at sova um náttina. Føroyar eru soleiðis innrættaðar, at stutt er millum havnarløg og bústaðarøki. Eisini eru fleiri meiningar um, hvussu ljóðið skal mátast. Loysnin mátti tí blíva ein neyðsemja. Onkur vil helst siga at markvirðini eru sett ov høgt og onkur annar kundi kanska hugsað sær, at lækkingin gekk yvir longri tíð, men saman kunnu vit tó fegnast um, at hetta er byrjanin til nakað, sum kann gera tað liviligt hjá okkum øllum, bæði vinnulívi og teimum sum búgva við havnarløgini – tí vit skulu jú øll vera her.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin