Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heim & Skúla samstarv er ikki bara kaffi og køkur

Foreldrafundur í skúlanum, hvør kann baka? Onkur má hava kaffi við! Hetta er ein partur av tí at eiga børn í skúlanum. Men samstarv millum heim og skúla er so nógv annað og so nógv meira. Tað er eisini at vísa áhuga fyri, fáa innlit í og at hava ávirkan á skúladagin og skúlagongdina hjá barni tínum. Hetta kanst tú fáa umvegis skúlastýrið á tykkara skúla.

Tíðindi frá Heim & Skúla:

Set kross í kalendaran 8. november
Nógv fokus er á komandi kommunustýrisvalið í løtuni. Tað er ikki líka sjónligt, at eitt annað týdningarmikið val er sama dag. Val av foreldraumboðum  til skúlastýrini er eisini 8. november saman við valinum til kommunustýrini. Her hevur tú sum foreldur bæði møguleika at bjóða teg fram sum valevni til skúlastýrisvalið og at gera tína ávirkan galdandi við at velja eitt av uppstillaðu umboðunum.

Hvat er og hvat ger skúlastýrið?
Fólkaskúlalógin staðfestir, at ” Skúlin samstarvar við næmingar og foreldur um at megna tað, sum er ásett í endamálsgrein fólkaskúlans”.  Samstarvið millum skúla og foreldur er sera fjøltáttað, men formliga samstarvið millum foreldur, skúlan og kommununa er í skúlastýrinum. 
Sambært lógini er skúlastýrið saman við kommunustýrinum “skúlamyndugleikin á staðnum” og hevur nøkur heilt ítøkilig evnir at takast við: Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans, skal ummæla árligu fíggjarætlanina, viðger uppskot um skúlabygging, skúlabygnað kommununnar og broytingar, ásetur meginreglurnar um virksemi skúlans og ikki minst  hevur skúlastýrið rætt at ummæla øll mál, ið viðvíkja viðkomandi skúla í kommununi. Við øðrum orðum er tað ikki heilt lítið av ávirkan foreldur á pappírinum kunnu hava á skúlan. 

Í praksis er tað ein ørgrynna av málum, sum skúlastýri fáast við, hetta speglar bæði hvat er aktuelt í økinum, t.d. skúlabygging, dagføring av regliverki, royndarverkætlanir, trivnaðartiltak, áhugan hjá foreldrunum og líknandi.  

Hvørja ítøkiliga ávirkan foreldur hava sum foreldraumboð í skúlastýrinum veldst í stóran mun um, hvussu samstarvið er í einstaka skúlastýrunum. Á fundum hjá Heim & Skúla seinastu árini hava vit hoyrt um ymiskar royndir hjá limum í skúlastýrum kring landið. Summi skúlastýri eru sera virkin og hava gott samskifti við skúlan og kommununa, meðan tað er munin tyngri aðrar staðni. Her halda vit sum felag, at tað er tørvur á at fáa gjørt tað greiðari og ítøkiligari í regluverkinum, hvat skúlastýrini kunnu og skula arbeiða við, og at fáa felags mannagongdir fyri øki. Hetta hava vit heitt á Mentamálaráðið at arbeiða við. Vit hava skotið upp, at hetta verður gjørt við støði í eini eftirmeting av royndunum hjá sitandi skúlastýrum farnu fýra árini.     

Tak ábyrgd og brúka tín rætt
Vit í nevndini í Heimi & Skúla vilja heita á øll foreldur um at umhugsa at bjóða seg fram sum valevni til skúlastýrini komandi 4 árini. Vit vilja heita á skúlarnar og skúlastýrini um at skipa fyri kunnandi fundum um skúlastýrisvalið, har verandi foreldraumboð  greiða frá, hvat tey hava arbeitt við og hvussu tey hava arbeitt farna skeiðið og eisini at geva høvi at umrøða, hvørji mál ella evni eiga at verða tikin upp komandi árini. Síðst, men ikki minst, heita vit á øll foreldur um at velja til skúlastýrisvalið og at samskifta við nývalda skúlastýrið komandi árini um mál, sum hava týdning fyri tykkara barn og tykkum foreldur.