Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsuráðstevna í Kongshøll 21. September

Leygardagin 21. september verður heilsuráðstevna í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Styrkivenjing, ítróttarsálarfrøði og kostvanar verða evnini í miðdeplinum hendan dagin. Fyrilestrarnir eru ætlaðir ítróttafólki, ið íðka á kappingarstigi, og teimum, ið ynskja at klænka seg. 

Skráin fyrrapart er ment til ítróttafólk, ið ynskja at lyfta sítt avrik upp á eitt hægri stig. Tískil verða tað serfrøðingar við drúgvum royndum innan styrkivenjing, ítróttarsálarfrøði og matvanum, ið standa fyri hesum fyrilestrum. 

Skráin seinapart er ætlað teimum, ið ynskja at klænka seg ella bara ynskja eina sunnari lívsleið. Í hesum sambandi verður tað Lars Skotte Jensen ið, við støði í vísundini, fer at ráðgeva um, hvussu ein varðveitir røttu vektina. Eisini verða ymisku myturnar um kurar punkteraðar, og tú fært at vita, hvat hóskar júst til tín. 

Michael Myhre hevur kandidatútbúgving í Træningsfysiologi frá Københavns Universitet, við serkunnleika i styrkivenjing. Hann hevur drúgvar royndir sum fysiskur venjari í eitt nú, Lyngby Boldklub og København Håndbold A/S. 

Lars Skotte Jensen hevur fleiri ára royndir við kostráðgeving til úrvalsfótbóltspælarar, har hann millum annað hevur veitt persónliga ráðgeving til A-landsliðseikarar, U21-landsliðsleikarar og leikarar úr donsku Superligaini.

Kristoffer Kristoffer Henriksen er lektari og granskingarleiðari á SDU (Syddansk Universitet), har hann granskar í talentudvikling (evnismenning) og Top Performance. Sum ráðgevi innan ítróttarsálarfrøði hjá TEAM Danmark, hevur hann arbeitt við nøkrum av bestu venjarum og ítróttafólki í Danmark. Kristoffer Henrisen var við í fyrireikingum hjá Team Danmark til eitt nú OL í London og Rio.

Avmarkað pláss eru til tiltøkini. Sí  meira kunning á heimasíðuni sunn.fo

Heilsuráðstevnan 21. September í Kongshøll
Fyrilestur við Lars Skotte Jensen
- Persónligur kostráðgevi hjá donsku superliguni
Les meira um ráðstevnuna her.
Fyrilestur um matvanar hjá ítróttafólki
Lars Skotte Jensen,  persónligur kostráðgevi hjá donsku superliguni
Heilsuráðstevnan 21. sept, les meira her.
Fyrilestur um styrkivenjing hjá ítróttafólki
Fyrilestur við Michael Myre, fysiskur venjari í fremstu hondbóltsdeildum í Danmark