Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsuhúsið nýbrot innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at játta fígging til at innrætta gamla realskúlan í Tórsgøtu til Heilsuhús, sum er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Í fyrstu atløgu verður niðara hæddin gjørd, seinni verður eftir ætlan eisini loftshæddin innrættað til endamálið.

Nýbrot innan eldraøkið
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at Heilsuhúsið er eitt av nýbrotunum innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu, og sum hevur stóran týdning fyri tænastustøðið og framtíðarmenningina av eldrarøktini í kommununi.

Heilsuhúsið er fyrsta samband hjá borgarunum til tænastur og tilboð, og haðani verður borgarin visiteraður til tær tænastur og tey tilboð, sum borgaranum tørvar.

Talan er tí um eitt virkið og dynamiskt hús, har tær bestu tænasturnar og tey bestu tilboðini verða samskapað og samskipað tvørfakliga og málrættað til tørvin hjá einstaka borgaranum, uttan mun til, um borgarin býr heima ella á búdeild.

Flestu týðandi sentralfunktiónir fara at halda til í Heilsuhúsinum, sum sostatt verður tvørfakligur og strategiskur kraftardepil fyri alla eldratænastuna.

Í Heilsuhúsinum er tí savnað ovasta leiðslan fyri Heilsu- og umsorganartænastuna, móttøkan og borgaratænasta, tvørfakliga visitatiónin og øll heimatænastan. Harumframt er ætlanin, at heimavitjanartænastan,  terapeuttoymið og møguliga onnur toymi framyvir verða partar av Heilsuhúsinum.

Dygdartoymið, sum í sjálvum sær er annað nýbrot innan Heilsu- og umsorganartænastuna, og sum m.a. skal tryggja fakliga dygd og menning, fer eisini at halda til í Heilsuhúsinum.

Eisini klinikk til heimabúgvandi
Umframt at fáa kunning og svar uppá fyrispurningar og umsóknir, so verður í Heilsuhúsinum eisini gjørd ein klinikk, har heimabúgvandi borgarar kunnu fáa hjálp og smærri viðgerðir, eitt nú at fáa eygnadropar, skift á sári v.m.

Heðin Mortenen sigur, at klinikkin í Heilsuhúsinum er enn eitt av fyribyrgjandi røktartilboðunum til heimabúgvandi, sum kommunan samsvarandi eldrapolitikkinum hevur sett sær fyri at raðfesta. Og vit spíla okkum út á hesum øki, tí í næstu viku verður nýtt dagtilhald á virkis- og venjingarstovuni á Boðanesheiminum almannakunngjørt.

Væntandi verður flutt inn í Heilsuhúsið hálvan februar.