Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsugransking á breddanum á Landssjúkrahúsinum og á netinum

Í seinastu viku varå varpað ljós á heilsugransking tengd at Landssjúkrahúsinum. Undanfarin ár hevur ein árligur granskingardagur verið hildin um várið – í fjør varð hesin tó av ongum orsakað av korona.

Av tí at koronustøðan enn er ógreið, hevur Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum valt at skipa fyri einum øðrvísi tiltaki at varpa ljós á heilsugransking á Landssjúkrahúsinum.

Tiltakið er í tveimum: Postarar um ymsar verkætlanir verða sýndir fram í forhøllini á Landssjúkrahúsinum alla vikuna (viku 21). Eisini eru gjørd stutt videobrot, har granskararnir hava høvi í stuttum at lýsa innihaldið í teirra gransking, sí øll brotini her   

Fleiri av granskingarverkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.