Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsubót á privatsjúkrahúsi gevur ikki endurgjald

Tað er komið mær fyri oyra, at um ein sjúklingur, sum bíðar eftir skurðvið¬gerð, leitar sær heilsubót á privatsjúkrahúsi við sjálvur at gjalda kostnaðin, ikki fær eitt oyra endurgoldið, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í viðmerking til fyrispurning í Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um bíðitíð til skurðviðgerð fyri ryggtrupulleikar, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Sirið Stenberg, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu long er miðal bíðitíðin at fáa skurðviðgerð fyri diskusprolaps ella líknandi
        ryggtrupuleika? 

2. Hvussu nógvir føroyingar verða árliga skurðviðgjørdir fyri nevndu ryggtrupul-leikar?

3. Hvussu nógvir av hesum verða árliga sendir til Danmarkar at skurðviðgerast?

4. Verða hesir sendir til Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar ella onnur sjúkrahús?

5. Hvussu nógvir føroyingar árliga verða skurðviðgjørdir á privatsjúkrahúsum, 
        og er talan um samstarv við eitt ella fleiri?

6. Um bíðitíðin til skurðviðgerð gerst so long, at sjúklingar velja sjálvir at søkja sær hjálp á
        donskum
        privatsjúkrahúsi, kunnu hesir so fáa útreiðslurnar endurgoldnar samsvarandi kostnaðinum fyri
        almenna viðgerð?

7. Um ikki, hví?

Viðmerkingar
Pína í rygginum ger ofta fólk óarbeiðsfør, samstundis sum lívsgóðskan versnar og gerandisdagurin verður ein avbjóðing.

Tá fólk í besta blóma og í arbeiðsførum aldri verða rakt av slíkum  heilsutrupulleikum er altavgerandi, at hesi fáa hjálp skjótast gjørligt. Gongur ov long tíð áðrenn viðgerð, kann heilsuskaði og fíggjarligt óføri standast av hesum.

Tað er tí alneyðugt, at nærum eingin bíðitíð er til skurðviðgerð, ella at hendan er so stutt sum gjørligt. Skjótari sjúklingurin fær heilsubót, tess fyrr kemur hann aftur til arbeiðis og samfelagið fær sín part av vinninginum.

Um tað verður staðfest, at persónur við nógvari pínu má skurðviðgerast, er tað sera óheppið, at hesin skal bíða í vikur og mánaðir eftir at sleppa framat.

Somuleiðis er mær komið fyri oyra, at um ein sjúklingur, sum bíðar eftir skurðvið¬gerð, leitar sær heilsubót á privatsjúkrahúsi við sjálvur at gjalda kostnaðin, ikki fær eitt oyra endurgoldið. 

Á Løgtingi,   30. mars 2016

Kári P. Højgaard