Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá ið eg um várið fái eyga á fyrstu hagasóljurnar, smílist eg áðrenn eg veit av. So fagurt gular bera tær boð um, at ljósa tíðin er ávegis. Minna meg á, at eg sleppi at liva enn eitt vár. Hagasóljurnar eru ikki einasti guli boðberin um vár og summar. Tað eru gulu Rynkeby-súkklararnir eisini. Tit eru oftari at sígga tá, onkuntíð nøkur fá og ofta nógv í felag.
Tá ið eg um várið fái eyga á fyrstu hagasóljurnar, smílist eg áðrenn eg veit av. So fagurt gular bera tær boð um, at ljósa tíðin er ávegis. Minna meg á, at eg sleppi at liva enn eitt vár.

Hagasóljurnar eru ikki einasti guli boðberin um vár og summar. Tað eru gulu Rynkeby-súkklararnir eisini. Tit eru oftari at sígga tá, onkuntíð nøkur fá og ofta nógv í felag.

Í ár hevur veðrið verið so serstakliga gott. Væl vard í hjálmi og sólbrillum, er ofta ringt at síggja, hvørji tit eru. Tað besta er at møta tykkum um kvøldið, tá ið ongar sólbrillur sita á nøsini. Tá sæst partur av tykkara fitta snýði. Sum oftast eitt smíl og í øllum førum sær tað út til at vera heilt nær.

Tit eru komin langt inn um hjálmin og sólbrillurnar hjá hvør øðrum. Tit kennast nógv betur nú, enn tá ið tit savnaðust fyrstu ferð fyri longu nógvum mánaðum síðani.

Ofta er tað so, at tey vit ikki kenna, billa vit okkum inn hava millum fáar og ongar trupulleikar at dragast við. Tá ið vit koma at kenna tey betur, vita vit, at lívið hevur nógvar litir og allir eru ikki so bjartir.  Tá ið sólin ikki skínur bjørt, er serliga týðandi at fáa góðsku og umsorgan frá øðrum.

Tit siga, at tað at vera Rynkeby-súkklari er eisini at hava umsorgan fyri sær sjálvari ella sjálvum. Fyri flestu okkara eru tit mest tekin um umsorgan fyri øðrum.

Krabbi er nakað lort og ongantíð rakar hann harðari, enn tá ið børn verða sjúk. At tit gera av at brúka tíð, orku og pening at stuðla børnunum og teirra næstu, hevur ótrúligt virði. Tykkara ágrýtni ger, at hesi børnini kunnu fáa nógv dyggari stuðul og betri hjálp. Tit geva eisini kensluna av ikki at vera einsamøll, tá ið mótloysi og stúran kunnu taka ræði.

At stúra fyri tí ókenda, er ikki bara krabbasjúklingum beskorið. “At súkkla 8 tímar í ein dag í Føroyum, tað er tað, tað er. Men at skula súkkla 8 tímar um dagin í nógvar dagar, tað verður ikki bara bara! Serliga stúri eg fyri, hvussu afturparturin fer at megna tað,” segði ein Rynkeby-súkklari við meg ein dagin herfyri.

Óivað fer afturparturin at hava sítt at dragast við á ferðini til París, men eg ivist ikki í, at fram kemur hann. Afrikanarar hava eitt orðatak um at ganga, sum nokk eisini er galdandi fyri at súkkla. Teir siga, at ætlar tú tær at ganga skjótt, skalt tú ganga einsamøll ella einsamallur. Men ætlar tú tær at ganga langt, skalt tú ganga saman við øðrum.

Í felag, og við góðum stuðli, ber tað ómøguligasta og ótrúligasta til. Onkuntíð hjálpir tað eisini at minna seg á, at hinir afturpartarnir í ferðalagnum eisini eru eymir.

Hagasóljurnar eru í ferð við at gera seg klárar til næsta vár, so tær aftur kunnu blóma tá. Tit eru, eftir drúgvar fyrireikingar, klár at fara avstað.

Fyri Krabbameinsfelagið takki eg tykkum hjartaliga.

Góða ferð til París.