Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEILRÆÐI 10 ÁR

Í sambandi við, at Heilræði sum stovnur er vorðið 10 ára gamalt, var tiltak í Badmintonhøllini í morgun. Heilræði hjá Tórshavnar kommunu kallaðist fyrr Heimavitjanartænastan, og varð sett á stovn 15. august 2002.

Jónvør Christiansen, leiðari í Heilræði, segði nøkur orð, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð teimum mongu møttu vælkomnum, Síðan kom Henning Bøgesvang á sín serliga undirhaldandi hátt á pall at tosa um “Mere liv med årene”. Eisini var tónleikur við Nicolinu á Kamarinum og Árna Andreasen.

- Tað var eitt sera visjonert stig, ið sosiala nevnd í Tórshavnar býráð longu í 1996 setti í sjógvin at koma við uppskoti um, hvønn eldrapolitikk kommunan eigur at føra. Arbeiðið gjørdist nakað drúgvt, men fyri jól í 1999 varð eldraálitið handað. Eldraálitið hjá kommununi tók saman um allar tættir í eldrarøktini og eldraviðurskiftum annars, og tað kenst hugaligt at staðfesta, nú skjótt 15 ár seinni, at mangt er framt, segði Heðin Mortensen.

- Og eitt av mongu uppskotunum var at skipa eina tænastu við fyribyrgjandi heimavitjan, tað sum nú er Heilræði. Íblásturin kom úr Danmark, har fólkatingið við støði sonevndu Rødøvre-verkætlanini samtykti lóg um fyribyrgjandi heimavitjan. Úrslitini frá hesi verkætlan vóru sanniliga til at taka í – tølini vístu millum annað, at seingjardagarnir lækkaðu 24%, at innleggingar á sjúkrahús lækkaðu 19%, at vaktarlæknavitjanirnar blivu 50% færri, og at 31% færri fluttu inn á røktarheim.

- Tað sigur seg sjálvt, at hetta í sjálvum sær var áhugavert fyri kommunala myndugleikan, hóast at eldrarøktin tá sum nú er landsuppgáva. Men Tórshavnar kommuna tók málið upp eisini við støði í teim grundleggjandi virðum, sum eldrapolitikkurin sambært eldraálitinum skuldi spretta úr, og sum var í samljóði við virðini, ið Sameindu Tjóðir hava lýst.

- Hetta snýr seg m.a. um at tryggja, at tey eldru hava sjálvræði yvir egnum viðurskiftum og kunna búgva heima sum longst. Hetta snýr seg eisini um, at tey eldru skulu hava møguleikar at vera virkin í samfelagnum og rætt til umsorgan, herundir atgongd til heilsutænastur, so at tey kunnu viðlíkahalda ella vinna aftur kropsliga, andaliga og sálarliga vælværu og fyribyrgja ella seina sjúku. Í stuttum – virkin og vakin, sum eldraráðið í Tórshavnar kommunu tekur til í sambandi við árliga eldradagin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Kelda: www.torshavn.fo