Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heildarkvotan fyri makrel í 2015 ikki endaliga ásett

Strandarlandasamráðingar um makrel fyri 2015 vóru í London í døgunum 21. – 24. oktobur 2014.

Tey bæði stórmálini á samráðingunum hesaferð vóru at víðka makrelsemjuna til onnur strandarlond og at áseta heildarkvotu.

Tíðin var ikki búgvin til at Ísland ella Grønland kundu koma uppí makrelsemjuna á hesum sinni.

Tað eydnaðist heldur ikki at áseta heildarkvotuna fyri 2015, hóast stutt var millum partarnar.

Samráðingarnar verða tiknar upp aftur í næstum, har støða verður tikin til heildarkvotuna.