
Heilafelagið fingið nýggja nevnd
Á ársaðalfundi 9. apríl, vóru teir nevndarlimir, sum stóu fyri vali afturvaldir.
Tíðindastubbi frá Heilafelagnum
Helena Fríðheim stillaði ikki upp aftur. Sunnuvá Davisen varð vald nyggjur tiltakslimur.
Tey sum manna nevndina í Heilafelagnum eru:
• Maud Wang Hansen
• Emil Michelsen
• Estur Lognberg
• Jógvan Telling
• Ann Hovland
Tove Johansen og Sunnuvá Davidsen eru tiltakslimir.
45 fólk vóru møtt á aðalfundinum, har landsstýriskvinnan í almannamálum helt eina røðu.
Á fyrsta fundi eftir aðalfundin skipar nevndin seg.
Til ber at tekna seg sum lim í Heilafelagnum á heilaf@olivant.fo