Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heiðursgáva landsins latin Simma Arge Jacobsen

Heiðursgáva landsins 2019 verður latin Simma Arge Jacobsen við hesi grundgeving:
“Simme Arge Jacobsen slóðaði fyri innan føroyskan popptónleik og var millum tey fremstu í strembanini eftir at seta orð og ljóð á føroyskan popptónleik – á føroyskum... 

Við løgunum hjá Simma og teimum fekk okkara samtíðar populertónleikur eitt hevdbundið orða- og tónalag, ið ikki var til frammanundan. Hesin tónleikur var við til at mynda tónleikaúrvalið í Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið eisini hevur víst seg at hava staðið ímóti tíðarinnar tonn. Løgini hjá Simma og teimum eru partur av grundarlagnum í modernaðum føroyskum populertónleiki í tíðarskeiðinum eftir Seinna Veraldarbardaga. Vit kenna tey øll, og tey verða sungin í felagsskapi og veitslulagi.

Simme hevur verið ein drívmegi í føroyska tónleikalívinum líka síðani fimmtiárini. Hann hevur verið tónlistamaður og sangskrivari, hevur sett á stovn tónleikaklubba og tónleikafelag, og eisini læt hann í 1959 upp tónleikahandil, sum enn í dag er til undir sama navni, “Simme Musikkhús.” Við handilsvirkseminum vísti Simme á, at tað ber til at gera tónleik og geva út á føroyskum, og við Simma gjørdist tónleikur eisini ein møguligur vinnuvegur. Simme hevur av sonnum gingið undan og hevur verið ein fyrimyndarligur stuðul og kveikjari í føroyska tónleikaumhvørvinum.

Fyri slóðbrótandi tónleikastarvið verður Heiðursgáva landsins 2019 latin Simma Arge Jacobsen.”