Heiður og peningagáva
Tá ÍSF fríggjadagin 1. februar 2019 kl. 16:00 skipar fyri samkomu í Smæruni at avdúka Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen, fáa hesir persónar og átak ikkí einans heiðurin, tí tey verða samstundis stuðlaði við eini peningaupphædd afturfyri síni avrik.
Atlantic Airways stuðlar Ársins ÍtróttaNAVN 2018 við kr. 10.000
Tórshavnar kommuna stuðlar Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 við kr. 10.000
Klaksvíkar kommuna stuðlar viðkomandi, sum fær heiðursskjal Poul E. Petersen’s við kr. 10.000
ÍSF takkar fyri stuðulin.
Freistin at innstilla var leygardagin 12. januar 2019, so nú er bara at bíða í spenningi.